Uttanlands

Stór ónøgd við úrslitið av Cop31

COP31 í Antalya í Turkalandi endaði  við einum stórum politiskum ósigri.Tað yvirskipaða úrslitið var, at londini megnaðu ikki at semjast um eina felags politiska niðurstøðu. Fleiri teira mótmæltu við at rýma av fundinum. .

2026-11-23 19:16 Author image
Jan Müller
placeholder

Hetta er høvuðsniðurstøðan eftir veðurlagsráðstevnuna, sum endaði sunnudagin og sum altjóða miðlar, politikarar oo. nú umrøða.

Størsta ósemjan snúði seg um fossilu orkukeldurnar. Fleiri lond, serliga ES, Bretland og smá oyggjalond, funnust at, at endaliga uppskotið ikki nevndi fossilu brennievnini.

Oljuframleiðandi lond, m.a. Russland og Saudiarabia, mótmæltu orðingum um at minka um nýtsluna av olju og gassi. Tey hildu, at hvørt land sær eigur at minka um útlátið. 

Fátæk lond og lond, sum eru sera viðbrekin fyri veðurlagsbroytingum hildu, at tey ríku londini ikki tóku nóg stóra fíggjarliga ábyrgd. Eitt mál um 120 milliardir dollarar til at kunna tillaga seg til veðurlagsbroytingar varð tikið úr seinasta uppskotinum.

[object Object]

Fleiri lond, serliga smá oyggjalond, vóru sera ónøgd við, at uppskotið ikki hevði eina nóg greiða ætlan fyri at halda hitavøksturin niðanfyri 1,5 stig.

Ein høvuðskritikkurin var, at einstøk lond við stórum olju- og gassáhugamálum kunnu forða fyri felags avgerðum, og tað elvir til iva um, hvørt COP-skipanin veruliga megnar at skapa neyðuga framgongd í royndunum at steðga veðurlagsbroytingunum. 

Størstu atfinningarsomu røddirnar eftir fundin vóru frá ES, hvørs umboð mótmæltu úrslitinum við at fara av fundinum, áðrenn hann varð liðugur. Londini lova nú, at tey fara at gera alt tað tey eru ment til at fáa spurningin um útfasan av olju, gassi og koli við aftur í komandi samráðingar og avtalur. 

Millum teirra, sum var  sera vónsvikin av væntandi úrslitinumn frá ráðstevnuni var fráfarandi ST aðalskrivarin, António Guterres. -Heimurin hevði væntað meira av leiðarunum segði hann. 

Úrslitið av ráðstevnuni hevur nú fingið avstralsku stjórnina at umhugsa at koyra ráðharran, sum umboðaði Avstralia á Cop31. Avstralia var saman við Turkalandi vertur fyri veðurlagsráðstevnuni. 

Sambært Reuters, sum er ein av mongu miðlunum, ið hevur  fylgt COP31 verður tosað nógv um veðurlagsbroytingar, men ov lítið verður gjørt. COP31 vísti enn einaferð, at politisk áhugamál og búskaparlig áhugamál kunnu standa í vegin fyri neyðugu veðurlagsátøkunum.

[object Object]

Fyrrverandi amerikanski varaforsetin Al Gore, sum hevur verið sera virkin í stríðnum móti fossilari orkuframleiðslu helt lítið um ráðstevnuna og kallaði hana ósømuliga og fyri eina vanlukku.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder