Innanlands

Frá 1. desember kanst tú selja allar fløskur allastaðni

Fyri at tryggja smidliga yvirgongd, verða allar pantmaskinur kring landið stongdar frá leygardegnum 28. november kl. 22 til og við mánadagin 30. november.

2026-11-25 22:54 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Týsdagin 1. desember 2026 verður nýggja landsfevnandi pantskipanin sett í verk í Føroyum.

Fyri at tryggja okkum, at yvirgongdin verður smidlig, verða allar pantmaskinur kring landið stongdar frá leygardegnum 28. November kl. 22:00 til og við mánadagin 30. november.

Hetta merkir, at borgarar ikki kunnu avgreiða pant í pantautomatum hetta tíðarskeiðið, men kunnu aftur brúka maskinurnar, tá nýggja skipanin letur upp týsdagin 1. desember.

Á heimasíðuni Pant.fo er øll neyðug kunning og vegleiðing um nýggju pantskipanina tøk bæði hjá borgarum og vinnu. Har ber eisini til at nýta pantskannaran, um ivi er um einstakar vørur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder