Tveir feilir vóru orsøk til streymslit í Norðoyggjum, Eysturoynni og Sundalagnum sunnukvøldið og mánadag fyrrapart, og teir eru nú umvældir, skrivar Sev.
Tað byrjaði við einum kaðalfeili millum Sund og Runavík, sum seinni vísti seg at vera ein skaði á sjókaðlinum millum Streymoy og Eysturoy. Hann var atvoldin til streymslitið sunnukvøldið.
Av tí, at hetta sambandið hevði skaða, var neyðugt at leiða streymin umvegis loftlinjur í staðin, og fyrrapartin mánadagin slitnaði ein linja á Veðranesi oman fyri Selatrað – allarhelst av ov nógvari last, nú kaðalsambandið ikki var tøkt.
Skaðin á Veðranesi var umvældur skjótt og væl. Tó at øll útgerð mátti berast niðan, tí at tyrlan ikki var tøk, skrivar Sev.
Í meðan arbeitt varð á Veðranesi, var feilurin á kaðalinum millum Sund og Runavík staðfestur. Feilurin var eitt skoytið ímillum sjókaðalin og kaðalin, ið liggur ímillum Rókina og koblingsstøðina í Runavík.
Sjókaðalin bleiv grivin fríur, so arbeiðast kundi upp á hann.
Fleiri av somu monnum, sum vóru á Veðranesi fyrr um dagin, fóru undir umvæling seint mánakvøldið. Skoyting av 60 kV sjókaðali er eitt sindur meira avbjóðandi og tíðarkrevjandi enn vanligt, men móti týsmorgni var arbeiðið liðugt, og bæði sambondini, sum høvdu skaða, eru nú umvæld og í rakstri, skrivar elfelagið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald