Innanlands

Koblingsstøðin á Sandi liðug

Arbeiðið at byggja koblingsstøð og battarístøð á Sandi er nú liðugt, og battaríútgerðin verður í løtuni royndarkoyrd.

2026-11-26 15:45 Author image
Jan Müller
placeholder

Arbeiðið var mett at kosta 242 mió. kr., men nú høllin stendur liðug, er greitt, at kostnaðurin er 30 mió. lægri enn mett. Samlaði kostnaðurin er 212 mió. kr.

”Arbeiðið hevur gingið væl, og kostnaðarmetingin fyri byggingina hevur hildið, meðan prísurin á battaríum er lægri enn fyrst hildið, so alt í alt, bleiv byggjaríið bíligari enn ætlað”, sigur Jón Nielsen, deildarstjóri fyri elnetið.

[object Object]

Endamálið við 60/20 kV koblingarstøðini er fyrst og fremst at styrkja og framtíðartryggja netið í Sandoynni, har fleiri útbyggingar eru fyri framman. Eitt nú smoltstøð í Skálavík og vindmyllulund í Klivaløkshaga.

Harumframt er hetta eisini liður í at styrkja netið í Suðuroy, har stórar útbyggingar við øktum elorkutørvi somuleiðis standa fyri framman. Um ikki ein tunnil til Suðuroyar kemur í bræði, verður farið undir at leggja sjókaðal til Suðuroyar fyri at knýta elnetið í Suðuroy í netið í meginøkinum.

Kelda: SEV

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder