Hækkandi oljuprísur, høg oljunýtsla vegna vantandi grønar útbyggingar, umframt oljuavgjaldið og íløgur í neyðugar útbyggingar til net og framleiðslu hava við sær, at neyðugt er at hækka elprísin fyri 2027.
Elprísurin hækkar við 18 oyrum pr. kWt fyri allar kundar.
Hetta merkir, at elprísurin fyri vanliga kundan hækkar úr 1,86 kr. upp í 2,04 kr. uttan mvg, og verður elprísurin harvið 2,55 kr. við mvg.
Fyri eitt miðal húsarhald uttan hitapumpu merkir hetta eina hækking á 94 kr. pr. mðr. og 1.125 kr. pr. ár. við mvg.
Fyri eitt miðal húsarhald við hitapumpu er hækkingin 225 kr. pr. mðr. og 2.700 kr. pr. ár. við mvg.
Keðiligt men neyðugt
”Tað er altíð keðiligt at noyðast at hækka prísin, og vit hava gjørt tað, vit kunnu fyri at sleppa undan at hækka prísin. Men økt kostnaðarstøði rakar sjálvsagt eisini virksemið hjá Sev, og saman við stórum íløgum, slepst ikki undan at hækka prísin” sigur Haraldur S. Hammer, nevndarformaður í Sev.”
”Orsøkirnar eru ymiskar; oljuprísurin er nógv hækkaður seinastu árini, og harafturat er oljuavgjaldið, sum landið hevur lagt á Sev og harvið allar kundar hjá Sev framvegis ein byrða. Men um t.d. vindorkuútbyggingarnar høvdu verið gjøgnumførdar sum ætlað, so hevði tað verið bíligari at framleitt el, men soleiðis er tíverri ikki, og vit eru framvegis meira bundin at olju til elframleiðslu, enn vit fegin vildu verið.”
![]()
Avslátturin hjá ídnaðarkundum fellur burtur
Ídnaðarkundar hava síðan 1992 fingið avsláttur í elprísinum sambært avtalu millum Føroya Landsstýrið og Sev. Hesin avsláttur var treytaður av, at Sev slapp undan oljuavgjaldi. Landsstýrið legði í 2023 aftur oljuavgjald á Sev, og harvið nú eina eyka útreiðslu á omanfyri 60 mió. kr. árliga. Tí er avslátturin til ídnaðarkundarnar niðurtrappaður seinastu árini, niður til 0,04 kr. í 2026. Við hesi seinastu prísbroytingini fellur avslátturin hjá ídnaðarkundunum heilt burtur. Tó lækkar fasta gjaldið hjá hesum kundum, sum brúka yvir 30.000 kWt um árið við 1.200 kr., meðan íbindingargjøldini verða óbroytt.
Skiftandi tímaprísir
Nýggj skipan við skiftandi tímaprísum verður sett í gildi 1. januar 2028, og við henni detta ætlandi burtur gamlar avsláttarskipanir, eitt nú grøni málarin.
Sokallaði grøni avslátturin er 40 oyru pr. kWt til ávikavist elbilar og hitapumpur. Sev og Elveitingareftirlitið hava avgjørt, at grøni avslátturin verður tikin av stigvíst. Eftir ætlan minkar avslátturin við 0,20 kr. pr. kWt 1. januar 2028, og eftirverandi avslátturin á 0,20 kr. pr. kWt dettur ætlandi burtur 1. januar 2029.
Ætlandi er, at kundin við skiftandi tímaprísum skal fáa eins stóran fyrmun sum avsláttur við grøna málaranum gav, helst meiri.
Kelda: Sev.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald