Uttanlands

Danir vilja hava meira havvindorku

Stór undirtøka í Fólkatingum fyri at menna vindorkuna enn meira

2021-12-05 14:02 Author image
Jan Müller

Danmark man teljast millum tey av heimsins londum, sum raðfestir orku frá havvindmyllum ovast í grøna skiftinum. Og haraftrat liggur Danmark eisini á odda, tá talan er um at framleiða vindmyllur. Nú hevur ein stórur meiriluti í Fólkatinginum  so tikið enn eitt stig, sum skal staðfesta donsku leiðarastøðuna á vindorkuøkinum.

Fleiri av flokkunum í fólkatinginum  eru samdir um at menna vindorkuna til havs innan 2031 við tveimum gigawattum. Tað svarar til elorkunýtsluna hjá tveimum mió. húsarhaldum. Samtíðis verður arbeitt við at víðka avtaluna við einum einum gigawatti. Við hesi gongdini vil Danmark tryggja, at CO2 útlátið í 2030 verður 70% lægri enn í 1990 skrivar Ritzau sambært heimasíðuni Energy Watch.

[object Object] 

Flokkarnir aftanfyri avtaluna eru Sosialdemokratarnir, SF, Radikali flokkurin, Eindarlistin, Alternativið og Kristindemokratarnir. Ein orsøkin til at hetta letur seg gera er skjóta tøkniliga menningin á vindorkuøkinum og eisini á marknaðinum. 

Herfyri varð lutakast um, hvør skuldi fáa arbeiðið at menna størstu vindorkuætlanina í Danmark nakrantíð, Thor havvindmylnulundina. Týska fyritøkan RWE var tann hepna at vinna lutakastið framum fleiri danskar fyritøkur. Hetta er fyrstu ferð, at ein slík verkætlan fer av bokkastokki uttan, at danski staturin er partur av henni. Vanliga skal staturin rinda orkufeløgunum fyri at fáa grønan streym, nú gongur tað øvugta vegin, privatu feløgini koma nú at rinda statinum pengar 

Danmark hevur annars sum tað fyrsta landið gjørt av at menna tvær orkuoyggjar, sum skulu framleiða havvind. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald