Uttanlands

Russar kvetta gassleið til Finlands

Almenna russiska orkufelagið Gazprom hevur steðgað gassflutninginum til Finlands

2022-05-22 16:05 Author image
Jan Müller

Kríggið í Ukraina hevur nú fingið avleiðing fyri Finland, tí gjáramorgunin sleit russiska felagið Gazprom gassflutningin til grannalandið Finland. Frammanundan hevði almenna finska orkufelagið Gasum ávarað um, at vandi var fyri, at gassáttmálin við Rusland helst fór at verða uppsagdur. Ein høvuðsorsøkin er tann, at Finland noktar at rinda við ruplum fyri gassið, sum nú er eitt krav frá russum. Hetta kravið er komið eftir mongu sanktiónirnar móti Russlandi orsakað av innrásini í Ukraina. 

Finska Gasum sigur seg nú hava tryggjað sínar veitingar í Finlandi gjøgnum aðrar veitarar m.a. gjøgnum rørleiðingina Balticconnector. Hetta skriva BBC og Energi Watch. Stjórin í Gasum sigur, at hóast avgerðin hjá russum ikki kemur óvart á, so hevur finska felagið tryggjað kundunum aðrar tryggar veitingar av gassi. Annars hevur Russland eisini stongt fyri streymveitingini til Finlands. Hetta fer kortini ikki at hava álvarssamar fylgjur fyri landið  verður hildið. Ístaðin kunnu finnar innflyta meira streym úr Svøríki umframt at økja um sína egnu framleiðslu. 

Kravið frá russisku stjórnini til keyparar av gassi, at teir skulu rinda fyri gassið í russiskum gjaldoyra ruplum, verður ikki væl móttikið í Evropa. T.d. hevur ES nevndin ávarað feløg í Evropa, sum rinda í ruplum, at hetta kann fáa avleiðingar, tí tey harvið ganga ímóti sanktiónunum móti Russlandi. Kortini verður mett, at fleiri feløg og lond hava valt at ganga russiska kravinum á møti. Higartil hevur Russland steðgað allari gassølu til Póland og Bulgaria, tí hesi lond ikki vilja rinda í ruplum. 

Í næstum skal danska fyritøkan Ørsted gera av, um hon vil rinda í ruplum fyri gass úr Russlandi. 

Greinarar eru annars ójavnir á máli um, hvussu stongsul av russiskum gassi og olju til Evropa fer at ávirka orkustøðuna í Evropa. Higartil hevur ES gjørt av, at øll olja úr Russlandi skal bannast í felagsskapinum innan árslok. Tá talan er um gass er støðan tann, at londini í ES eru ósamd um nær og hvussu nógv skal skrúvast fyri russiskum gassi.

Hinvegin er so eisini vandi fyri, at russar av sínum eintingum sjálvir skrúva fyri bæði gassi og olju til Evropa, og kann tað fáa álvarsligar avleiðingar serliga tá veturin fer at nærkast. Í Evropa verður nú strongt á at menna aðrar orkuhættir so sum vind- og sólarorku, sum kunnu koma ístaðin fyri russiska orku.  Men tað fer at taka rúma tíð, til hetta fer at gera veruligan mun í evropeisku orkuveitingarskipanini. Tí er núverandi orkustøðan millum Evropa og Russland at meta sum eitt tvíeggjað svørð. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald