Uttanlands

Danmark gassfrítt í 2035

Eitt breitt fleirtal í danska Fólkatinginum hevur avgjørt, at donsk húsarhald skulu ikki brúka olju- og gassfýr frá 2035

Orka frá vindmyllum skal avloysa gass í Danmark frá 2035

Orka frá vindmyllum skal avloysa gass í Danmark frá 2035

2022-06-25 20:15 Author image
Jan Müller
placeholder

Frá 2035 skulu eingi donsk húsarhald brúka gassfýr til upphiting longur. Tað hevur ein breiður meiriluti í danska Fólkatinginum avgjørt. Sambært avtaluni skal alt gass í Danmark verða grønt frá 2030, og frá 2035 verða ongi hús upphitað við gassi. Nýggja avtalan skal gera tað lættari hjá donskum húsaeigarum at sleppa av við olju- og gassfýr. 

Fyri at røkka hesum máli skulu myndugleikarnir gera tað lættari hjá donskum húsarhaldum at skifta út olju- og gassfýr til fjarhita ella hitapumpur við ymsum tiltøkum.

Í dag brúka 400.000 donsk húsarhald gass til upphiting. Av hesum kemur ein stórur partur úr Russlandi. So talan er bæði um at sleppa av við russiskt gass umframt at fara til meira varandi og minni dálkandi orkukeldur. 

Hetta skrivar DR á síni heimasíðu. -Við hesi avtaluni verður Danmark at meta sum eitt grønt orkuverk fyri alt Evropa, nú vit eisini fara at fimmfalda orkuna frá havvindmyllum innan 2030 eins og útbyggja vind- og sólorku á landi munandi, sigur danski orkuráðharrin Dan Jørgensen. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder