Uttanlands

CIP ger íløgur í grøna orku á Eysturlandinum

Fjarðarbyggð kommuna hevur gjørt avtalu um at leggja stóra orkuframleiðslu í Reyðarfirði

Jón Björn Hákonarson, borgarstjóri, saman við umboðnum hjá CIP, Anna-Lena Jeppsson (Mynd: fjardarbyggd.is)

Jón Björn Hákonarson, borgarstjóri, saman við umboðnum hjá CIP, Anna-Lena Jeppsson (Mynd: fjardarbyggd.is)

2022-06-29 15:45 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Kommunan Fjarðabyggð á Eysturlandinum og CIP (Copenhagen Infrastructure Partners) hava gjørt avtalu um eina spennandi orkuætlan, hvørs endamál er at framleiðða sokallað e-fuel.

CIP er danska felagið hjá m.ø. føroyinginum Rune Bro Róin, ið var upp á tal at bora Eysturoyartunnilin, og nú skal standa á odda fyri eini rættiligari stórari íbúðabygging í Runavík.

Tað er eitt felag undir CIP, kalla CI ETF I, sum hevur gjørt avtaluna við Fjarðabyggð um staðseting, brúk av havnini , atgongd til vatn og menning av fjarhitaskipanini í Reyðarfirði í sambandi við framleiðsluna av hesum e-brenninum.

Sambært ætlanunum skal framleiðslan liggja í Flateyri og Hómar í Reyðarfirði, og ætlanin er at framleiðslan skal byrja í 2028.

Hetta skrivar Fjarðarbyggð kommuna á heimasíðu sínari.

Avtalan er úrslitið av einum kanningararbeiði við at gagnnýta eina grøna framleiðslu í Reyðarfirði.

- Hetta er eitt týðandi stig í menningini av grønari orkuframleiðslu á Eysturlandinum. Vit hava eina trygga arbeiðsstyrki og trúgva upp á, at henda spennandi verkætlanin fær stóran týdning fyri økið her. Ísland gongur á odda í menningini av burðardyggari orku, sum er alneyðugt í stríðnum móti verðurlagsbroytingunum, sigur Jón Björn Hákonarson, borgarstjóri í Fjarðarbyggð.

Copenhagen Infrastructure Partners er ein av teimum stóru íleggjarunum, tá tað kemur til grønar íløgur í varðandi orku. Á COP26 veðurlagsráðstevnuni kunngjørdi CIP eina ætlan at økja og vaksa um leiklutin í orkuskiftinum við at gera íløgur fyri 100 milliardir evrur innan 2030. Grunnarnir, sum CIP umsitir, hava umleið 120 altjóða stovnskendar íleggjarar, harav fleiri norðurlendskar og altjóða pensjónsgrunnar.

Tá tosað verður um e-fuel verður meint við brennievni, gjørt úr viðvarðandi orku, sum kann koma í staðin fyri kolvetni, so sum bensin og diesel.

Umleið 5.000 íbúgvar búgva í Fjarðarbyggð kommunu, sum er ein samanlegging av fleiri kommunum á Eystfirðum í Íslandi. Størstu býirnir í kommununi eru Neskaupstaður, Reyðarfjørður, Eskifjørður og Fáskrúðsfjørður.

 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder