Uttanlands

Norskt gass sum stuðul til Ukraina

Norra hevur gjørt av at hjálpa Ukraina við keypi av gassi fyri tvær 1,4 mia. kr. 

Gassverksmiðjan á Melkøya í Norðurnorra, sum er veitari av gassi til Evropa

Gassverksmiðjan á Melkøya í Norðurnorra, sum er veitari av gassi til Evropa

2022-11-21 15:25 Author image
Jan Müller
placeholder

Hetta segði norski fíggjarmálaráðharrin, Trygve Slagsvold Vedum í einum tíðindaskrivi í morgun sambært VG. 

Norra hevur áður umrøtt møguleikan fyri at gera eina slíka avtalu um gass til Ukraina, men nú er hon so undirskrivað. 

-Nú kemur veturin av álvara til Ukraina. Russararnir hava gjørt orku til eitt vápn í krígnum og bumba undirstøðukervið í landinum sum eina roynd at fáa landið at geva seg yvir sigur Vedum. 

Stuðulin til keyp av gassinum verður givin av "Den Europæiske Genopbygnings- og Udviklingsbank, EBRD."

-Tað er týdningarmikið, at stuðulin verður latin gjøgnum ein altjóða góðkendan felagsskap, sum tryggjar, at pengarnir verða brúktir munagott og rætt sigur Vedum. 


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder