Innanlands

Veðurlagstiltak á FINSEN

Undir yvirskriftini "Vit vilja hava eitt veðurlagsval" skipa FNU, Veðurlagslóg NÚ og Amnesty Føroyar fyri tiltaki á Finsen í Havn kl. 16 í dag

2022-12-04 13:50 Author image
Jan Müller

Fyriskipararnir skriva m.a. undan tiltakinum:

"Veðurlagskreppan er ikki eitt framtíðarhugtak - vit liva í henni. Allastaðni kring heimin síggja vit oyðileggjandi árinini av veðurlagsbroytingunum á náttúru, djóra- og menniskjalív: Turkur, vatnflóðir og skógareldar herja, plantu- og djórasløg doyggja út, og grundleggjandi mannarættindi eru hótt."

Í hesum sambandi verður bjóðað til  veðurlagsvalfund, har veðurlagskreppan er í miðdeplinum. Serfrøðingar og politisku valevni fara at leggja fram um átøk, náttúruvernd, bindandi veðurlagslóg, vakstrarkritikk, grøna orkuskiftið og veðurlagsrættvísi.

 Fundurin er á Finsen og byrjar kl. 16 

Skráin er henda:

Vælkomin

Elin Sólvør á Løgmansbø ber fram røðu

Sanna Andrassdóttir Dahl lesur upp yrkingar

Bogi Hansen, havfrøðingur, hevur framløgu um veðurlagskreppuna

Pallborðskjak um veðurlagsátøk

Marjun Syderbø Kjelnæs lesur upp yrkingar

Ragnheiður Bogadóttir leggur fram um vakstrarkritikk

Pallborðskjak um náttúruvernd og vakstrarkritikk

Endabrestur við Kolbrún í Haraldsstovu


Marjun Dalsgaard er orðstýrari



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald