Uttanlands

Oljuprísur nærkast 70 dollarum

Størsta lækking í oljuprísinum í eina viku í eitt ár. Orsøkin kreppan í bankaverðini

2023-03-20 19:03 Author image
Jan Müller
placeholder

Oljuprísurin hevur ongantíð verið so lágur yvir eina viku hetta seinasta árið sum í farnu viku. Hann var í morgun góðar 70 dollarar fyri tunnuna og hevur sveiggjað millum 70 og 72 dollarar. Prísurin er tann lægsti í 15 mánaðir.

Ein høvuðsorsøkin til stóru lækkingina er álvarsliga støðan í bankaheiminum, har fleiri stórir bankar í USA eru farnir á heysin. Um somu tíð hava eisini peningasstovnar í Evropa havt stórar trupulleikar. Fyri at avmarka avleiðingarnar hava aðrir størri bankar tikið um endan.  

Nú verður fylgt væl við, hvat Opec+ londini fara at gera til tess at gera marknaðarstøðuna meira støðuga og trygga. Leiðarar fyri Saudi Arabia og Russland hittust seinasta hósdag at umrøða støðuna. Londini ætla at fremja tiltøk, sum kunnu fáa javnvág í aftur og skapa stabilitet. Felagsskapurin fer at viðgera støðuna á fundi 3. Apríl og gera av, um framleiðslan skal broytast. 

Greinarar siga sambært Bloomberg og Rigzone, at Opec fer helst at bíða við at taka nakra avgerð um framleiðsluna fyrr enn støðan á fíggjarmarknaðinum er vorðin trygg aftur. Íleggjarar fylgja væl við, hvat amerikanski tjóðarbankin fer at gera við rentuna. 

Íleggjarar rokna við, at eftirspurningurin fer at minka nógv og líkjast støðuni í kjalarvørrinum á fíggjarkreppuni í 2008. Oljugreinari hjá SEB, Bjarne Schieldrop sigur við E24, at ræðsla er fyri, at eftirspurningurin skal enda í somu støðu sum í 2008-9.

Oljueftirspurningurin og oljuprísurin lækkaðu sera nógv í kjalarvørrinum á fíggjakreppuni í 2008, sum hevði sín uppruna í USA. Jólaaftan 2008 var oljuprísurin komin niður á 36.6 dollarar fyri tunnuna.

Óttin fyri líknandi støðu kemur eftir at bæði Silicon Valley Bank og Silvergate fóru av knóranum fyri góðari viku síðani og tíðindini um kreppurakta Credit Suisse, sum nú er vorðin keyptur av stórbankanum UBS.

Stjórin í Saudi Aramco hevur ávarað um at vera varin. Schieldrop ávarar um, at tað kann ganga heilt galið, nú trupulleikarnir í fíggjarheiminum kunnu ávirka oljuprísin. 

Sjálvur roknar hann ikki við, at gongdin verður sum í 2008. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder