placeholder
Innanlands

Streyminnrás í Suðri í sambandi við altjóða ráðstevnu

Hósdagin fær Suðuroyggin forkunnugu og sjáldsama vitjan, tá umleið 70 fólk, einamest útlendingar, sum hava tilknýti til elskipanir ymsa staðni í heiminum, vitja grønu orkuskipaninar hjá SEV í oynni.

2023-05-23 08:04 Author image
Jan Müller
placeholder

Hetta er í  sambandi við altjóða ráðstevnuna ‘International Hybrid Power Plants and Systems’, sum týska fyritøkan Energynautics skipar fyri. Hon verður hildin á Hotel Hilton Garden In í Havn hesa vikuna og verður sett av landsstýriskvinnuni í umhvørvis- og orkumálum Ingilín Strøm í morgun kl. 9.

[object Object] 

Roknað verður við, at 100 útlendingar koma til tiltakið.  Tilsamans verða tað umleið 130-140 luttakarar, har evnið í stóran mun er elskipanir í smærri ella avbyrgdum økjum – bæði geografiskt og elektriskt. Talan er um eina ráðstevnu, ið hevur verið hildin í nógv ár og flytir seg frá oyggjasamfelag til oyggjasamfelag – og i ár eydnaðist tað  at fáa hana til Føroya og sigast má, at áhugin er ovurhondsstórur. M.a. verður ein túrur gjørdur til Suðriar hósdagin, og ikki færri enn áleið 70 av luttakarunum luttaka á tí túrinum, einamest útlendingar.

Terji Nielsen, menningarleiðari í SEV, sigur við orkan.fo, at tað er onki at ivast í, at tey frambrotini vit gera í Føroyum, td. í Suðuroynni við battarískipan og aðrari tekniskari útgerð, sum ger, at vit td. kunnu koyra bara við vindorku, og royndirnar vit gera við sjóvarfalsorku, er nakað, ið fólk vilja hoyra nærri um og ikki minst síggja.

[object Object]

Serkøn í elnetum í indonesiskum, fronskum, bretskum, amerikonskum og donskum oyggjum fara í dag og í morgin at leggja fram, og møguleiki verður at hoyra um ymsar tøknir og stýringar. Í høvuðsheitum fara framløgurnar at snúgva seg um royndirnar, man hevur í ymsu elskipanum, støðufesti, brint, modellering, goymslu og design av skipanum og tøknum.

Grøna kósin í Føroyum fer sjálvsagt eisini at fylla ein part av skránni. Umframt umboð frá SEV og Umhvørvisstovuni, fara ph.d. lesandi úr Týsklandi og frá Fróðskaparsetrinum, ið granska í føroysku elskipanini, at leggja fram um Føroyar.

Til ber at lesa meira um ráðstevnuna og skránna, og tekna seg til ráðstevnuna á heimasíðuni hjá Energynautics

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder