Innanlands

Føroyar frammaliga á grønu orkuleiðini

-Uttan at taka munnin ov fullan, so haldi eg, at Føroyar eru veruliga frammalaga, tá tað ræður um grøna orku, og tær ætlanir vit hava. Tøkniliga eru vit ofta framman fyri onnur oyggjasamfeløg, sum vilja læra av okkum sigur Terji Nielsen, menningarleiðari hjá SEV eftir ráðstevnu í Hetlandi. 

Terji Nielsen, leiðari av menningardeildini hjá SEV her á grønari orkuráðstevnu í Hetlandi í práti við stjóran í Nordisk Energiforskning, Klaus Skytte. Í miðjuni Tórfinnur Simonsen frá SEV. Mynd Jan Müller

Terji Nielsen, leiðari av menningardeildini hjá SEV her á grønari orkuráðstevnu í Hetlandi í práti við stjóran í Nordisk Energiforskning, Klaus Skytte. Í miðjuni Tórfinnur Simonsen frá SEV. Mynd Jan Müller

2023-05-24 18:12 Author image
Jan Müller

Jan Müller, Lerwick.

Nú um dagarnar varð grøn orkuráðstevna hildin í hetlendska høvuðsstaðnum Lerwick, har umboð úr Føroyum, Grønlandi, Íslandi, Noregi, Danmark, Skotlandi og skotsku oyggjunum luttóku. Føroysku umboðini vóru frá SEV og Umhvørvisstovuni. Eisini luttók føroyska sendikvinnan í Bretlandi.

[object Object]Terji Nielsen við pallborðið saman við umboðum úr Hetlandi, Grønlandi og Svalbard.

Undir heitinum “Net Zero small Islands network” vóru ymsar grønar orkuloysnir í hesum partinum av heiminum umrøddar. Føroysku umboðini greiddu frá gongdini í Føroyum, og hvussu framtíðin sær út.

Eftir ráðstevnuna fekk orkan.fo orðið á Terja Nielsen, menningarleiðara á SEV og spurdu vit hann, hvussu  henda ráðstevnan hevur hepnast, og hvat vit kunnu læra av henni. 

[object Object]

Kári Mortensen frá Umhvørvisstovuni greiðir frá um sjóvarfalsorku í Føroyum. 

-Ráðstevnan hevur verið áhugaverd. Vit hava hoyrt, hvat aðrar oyggjar gera í sambandi við umleggingina til varandi orku, og hvørjar avbjóðingarnar eru.

Tað er jú ein rúgva av oyggjum, sum eru okkara næstu grannar í ein landsynning úr Føroyum, sum mest allar arbeiða við ymiskum loysnum fyri at koma burtur frá oljuni.

Uttan taka munnin ov fullan, so haldi eg, at Føroyar eru veruliga frammalaga, tá tað ræður um grøna orku og tær ætlanir vit hava, og tøkniliga eru vit ofta frammanfyri onnur oyggjasamfeløg, sum vilja læra av okkum.

[object Object]

-Hvørjar tankar og niðurstøður hevur tú gjørt tær eftir hesar báðar dagarnar. 

-Eitt, ið eg ofta siti eftir við, ikki bara frá hesi ráðstevnuni, men eisini meira generelt, er, hvussu ótrúðliga góða og einfalda skipan vit hava í Føroyum og ikki minst hetta, at flest øll vilja hetta so týðandi grøna orkuskiftið og draga somu línu. Tað er ikki soleiðis allastaðni, tí nógv av oyggjasamfeløgunum hava ikki sama avgerðarætt, sum vit í Føroyum hava sigur Terji Nielsen frá SEV eftir áhugaverdar arbeiðsdagar í Hetlandi.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald