Uttanlands

Ósemja í Týsklandi um bann móti gassfýrum

Óvissa hevur tikið seg upp í týsku stjórnini um, nær bann móti nýtslu av gassfýrum í nýggjum húsum og bygningum skal setast í verk-

2023-05-25 23:59 Author image
Jan Müller

Ein ósemja millum Grøna  og Liberala flokkin í týsku stjórinini hóttir orku- og umhvørvispolitikkin hjá trýflokkastjórnini undir Olaf Scholz, kanslara. Liberali flokkurin er ikki sinnaður til í løtuni at seta í verk bann móti nýtslu av gassfýrum í nýggjum týskum heimum, sum skuldi koma í gildi í 2024. Hetta er annars eitt av hjartamálunum hjá teimum Grønu.

Málið hevur fingið øði í Robert Habeck, sum umboðar Grøna flokkinum og er varakanslari og fíggjarmálaráðharri. Hann skuldsetur Liberala flokkinum fyri ikki at halda orð í málinum um bann móti gassfýrum, sum er týðandi partur av veðurlagspolitikkinum.

Ósemjan millum tey grønu og tey liberalu hóttir við at seta kíla í komandi orku- og umhvørvispolitikkin, sum  Scholz  hjá sosialdemokratiska flokkinum hevur høvuðsábyrgdina av. Týska stjórnin hevur leingi borið ótta fyri stóra útlátinum av CO2 frá m.a. húsarhaldunum. Umleið 80% av upphitingini stavar frá fossilum brennievnum skrivar Financial Times í dag.

Serfrøðingar siga, at einasti máti at minka um útlátið er at skifta frá olju og gassi til varandi orku so sum hitapumpur. Hetta er besti hátturin at fremja grøna orkuskiftið skal Týskland gerast Net-null útlátsfrítt í 2045, sum stjórnin hevur sett sær sum mál. Sambært ætlanum hjá stjórnini skulu 65% av upphitingini í 2024 koma  frá varandi orkukeldum. Grøni flokkurin sær júst henda partin við gassfýrum sum ein tann mest týðandi í veðurlagspolitikkinum. Tey liberalu halda harafturímóti, at lógaruppskotið um gassfýr er ikki búgvið enn til at seta í verk.   

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald