Innanlands

FNU formaður: - Mugu venja okkum við vindmyllur

Vit mugu venja okkum við at síggja vindmyllur, sum verða settar upp, sigur Jón Kragesteen

Jón Kragesteen, formaður í FNU heldur, at vit mugu venja okkum við at síggja vindmyllur í føroysku náttúruni, tí hesar er neyðugar fyri at sleppa undan oljuni. Mynd ÚF/KVF.

Jón Kragesteen, formaður í FNU heldur, at vit mugu venja okkum við at síggja vindmyllur í føroysku náttúruni, tí hesar er neyðugar fyri at sleppa undan oljuni. Mynd ÚF/KVF.

2023-06-08 21:25 Author image
Jan Müller

Tað sigur Jón Kragesteen, formaður í Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag, FNU, nú ætlanin er at seta vindmyllur upp í Klivaløkshaga á Sandi. Hetta sigur hann við Útvarpið hjá KVF, nú borgarafundur hevur verið á Sandi um ætlanina at seta upp 5 vindmyllur í Sandoynni. 

Jón Kragesteen sigur í samrøðu við ÚF, at vindmyllur egna seg væl í Føroyum, tí vit hava so nógvan vind. Harvið telist hann og felagið hann umboðar, FNU, millum teirra, sum eru fyri ætlanini at seta upp vindmyllur í Sandoynni.

Á borgarafundinum í gjárkvøldið løgdu umboð fyri SEV og Umhvørvisstovuna fram ætlanina at gera Sandoynna til part av samlaða grøna orkuskiftinum í Føroyum.

Men áðrenn spakin verður settur í skulu bæði myndugleikar og fólk á staðnum hoyrast. Tað hendi so í gjárkvøldið. Har møttu fólk, sum bæði eru fyri fyri ætlanini og ímóti. Tey, sum eru fyri at seta upp vindmyllur í oynni, siga, at tað er neyðugt at seta vindmyllur upp skulu vit sleppa undan at brúka olju. Tey, sum eru ímóti, siga, at vindmyllurnar skemma náttúruna.

Verkætlanin at seta upp vindmyllur í Sandoynni er ein partur av eini heildarætlan fyri allar Føroyar, har arbeitt verður við at seta upp vindmyllur kring alt landið. Hesar skulu so avloysa nýtsluna av olju í føroysku orkuskipanini og harvið vera við til at gera Føroyar meira grønar.

Frammanundan eru settar upp vindmyllur nærhendis Havnina, í Eysturoynni, í Vestmanna og í Suðuroynni. Endamálið við at gera íløgur í vindmyllur á landi eru at gera Føroyar heilt grønar á elorkuøkinum á landi innan 2030.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald