placeholder
Fótbóltur

Real Madrid aftur á slóðina - Barca stjól sigurin í Madrid

Santiago Solari fekk trý stig í sínari La Liga-debut. Barcelona vendi 1-2 til 3-2 stutt fyri leiklok.

Barca, við Suarez á odda og uttan Messi, framdi eitt comeback í kvøld(Mynd: EPA)

Barca, við Suarez á odda og uttan Messi, framdi eitt comeback í kvøld(Mynd: EPA)

2018-11-03 21:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fýra dystir í La Liga hava verið leiktir í dag. Allir høvdu áhugaverd úrslit.

Atletico Madrid legði út við at missa stig móti Leganes. Antonio Griezmann legði Atletico á sigurskós miðskeiðis í 2.hálvleiki, men heimaliðið fekk javnað. Harvið missir Madrid-felagið týðandi fet í oddinum.

Valencia hevur bert vunnið ein dyst í hesum kappingarárinum. Í dag gjørdist talan um 1-0 tap á heimavølli móti Girona. Valencia hevur nú tvey stig niður til strikuna, og hevur bert skorað 7 mál í 11 dystum. Mikukvøldið er lagnudystur á skránni í Champions League; á heimavølli móti Young Boys.

Real Madrid hevur verið ígjøgnum eitt sera trupult tíðarskeið, sum mánadagin kostaði Julen Lopetegui starvið. Mikudagin vann Real Madrid í steypakappingini móti lítla felagnum, Melilla.

Seinnapartin vann Real so fyri fyrstu ferð í ein mánað í La Liga. Tað sá tó leingi út til, at fara at enda við javnleiki móti Valladolid á Bernabeu, men 18-ára gamli innskifti Junior Vinicius sló til í 83.minutti, og liðformaðurin Sergio Ramos økti fimm minuttir seinni við brotssparki. Ein sera týðandi sigur hjá Real og nýggja venjaranum, Solari.  

Oddaliðið var á veg móti einum tapið á útivølli móti uppflytaranum, Rayo Vallecano í Madrid. Luis Suarez legði Barca á odda tíðliga í dystinum, men heimaliðið svaraði væl aftur. Í 87.minutti javnaði innskifti Dembele til 2-2, áðrenn Suarez avgjørdi dystin. Flott comeback í evstu løtu av Barcelona, ið nú er fýra stig frammanfyri Atletico á 2. plássið. Real Madrid er sjey stig aftanfyri arvafíggjindan.

Úrslitini í La Liga í dag: 
Leganes - Atletico Madrid 1-1 (0-0)
Valencia - Girona 0-1 (0-0)
Real Madrid - Valladolid 2-0 (0-0)
Rayo Vallecano - Barcelona 2-3 (1-1)

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder