Annað

Leicester-leikarar til jarðarferð í Tailandi

Leichester-eigari fer til gravar.

2018-11-04 14:26 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag komu leikarar úr Leicester City til Tailands fyri at luttaka í jarðarferðini hjá eigaranum av felagnum, Vichai Srivaddhanaprabha, ið lat lív í einari tyrluvanlukku.

Minningarhald og jarðarferð verður hildið í Bangkok yvir tær næstu tveir dagarnar.

Tað byrjaði leygardagin við baðiritualum.

Tyrlan, sum Vichai Srivaddhanaprabha sat í, datt niður 27. oktober uttanfyri King Power Stadium, sum er heimavøllur hjá Leicester City. Umframt Vichai lótu fýra onnur lív í vanlukkuni.

Leicester-liðið fór avstað til Tailands í gjár eftir at hava vunnið 1-0 móti Cardiff City í fyrsta dystinum hjá teimum síðan Vichai doyði. Eftir ætlan verða teir verandi til mánadagin, og síðani gongur leiðin aftur til Bretlands, har teir skulu fyrireika seg til heimadystin móti Burnley leygardagin, skrivar BBC.

Allir leikarar á liðnum eru tó ikki við til jarðarferðina. Demarai Gray, ið skoraði vinnandi málið móti Cardiff City, er ikki farin við til Tailands.

placeholder
placeholder