Hondbóltur

VÍF sigraði á Hálsi

Vestmannakvinnur vunnu annan sigurin innan fýra dagar.

Kyndil helt fast í VÍF stóran part av dystinum, men greipuvinnarin avgjørdi dystin ímóti endanum(Savnsmynd/Sverri Egholm)

Kyndil helt fast í VÍF stóran part av dystinum, men greipuvinnarin avgjørdi dystin ímóti endanum(Savnsmynd/Sverri Egholm)

2018-11-04 15:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í fjør vóru VÍF og Kyndil finalistar í landskappingini og steypakappingini. Í báðum førum vóru vestmannakvinnur omaná, og aftur í dag vann VÍF á Kyndli.

Kyndilskvinnur byrjaðu nakað betri í Høllini á Hálsi, men tað leikaði javnt á tað mesta av 1. hálvleiki. Fyrstu 20 minuttirnar vóru fá mál skotin, men móti endanum av hálvleikinum fekk VÍF gongd á málskjótingina, og tað var 13-9 í hálvleikinum. 

Heimaliðið kom betri út til 2. hálvleik, og tað var av álvara spenningur í fram til seinastu fimm minuttirnar, tá VÍF avgjørdi dystin.

Áhugavert var, at Marianna G. Eystberg var aftur á liðnum hjá Kyndli. Hon gjørdist eisini toppskjútti fyri heimaliðið.

VÍF er nú bert eitt stig aftanfyri H71, ið er oddalið og hevur ein dyst færri. Kyndil hevur 4 stig fyri 6 dystir.

Kyndil - VÍF 18-24 (9-13)

Toppskjúttar: 
Marianna G. Eystberg 5 mál, Durita C. Jojic og Liljan Djurhuus 7 mál

Mansliðini hjá somu feløgunum fara í eldin nú klokkan 16.00.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder