Annað

Føroysku svimjararnir vunnu trý heiðursmerki á DM

Alvi Hjelm vann eitt silvurheiðursmerki, meðan Óli Mortensen vann tvey bronsuheiðursmerki.

Alvi gjørdist nummar 2 í 400 metrar blandað svimjing í DM í stuttgeil (Mynd: Svimjing.com)

Alvi gjørdist nummar 2 í 400 metrar blandað svimjing í DM í stuttgeil (Mynd: Svimjing.com)

2018-11-05 14:03 Author image
Ari av Rana
placeholder

Tríggir føroyingar luttóku um vikuskiftið á Danmarksmeistarastevnuni í svimjing á stuttgeil í Vejle. Alvi Hjelm, Óli Mortensen, og Frans Johannesen, sum er danskur svimjari av føroyskum uppruna, stóðu seg allir væl.

Føroyska luttøkan gav trý heiðursmerki. Besta úrslitið átti Alvi Hjelm, sum vann silvurheiðursmerki í á 400 metrar blandað teininum. Hann svam teinin við tíðini 4:20.91. Hetta var eitt sekund frá hansara bestu tíð, sum er 4:19.91 frá EM á stuttgeil í fjør.

Óli Mortensen vann tvey bronsuheiðursmerki. Fyrst vann hann bronsu í 800 metrar frísvimjing, har hann svam teinin við tíðini 7:54.64. Hetta er næst besta tíðini hjá Óla nakrantíð, har hin besta er 7:53.68 frá DM á stuttgeil í fjør. Óli vann eisini bronsu í 1500 metrar frísvimjing, har hann svam teinin við tíðini 15:10.71. Hetta er hansara triðbesta tíð á teininum, har tann besta er 15:02.27, sum hann svam á NM stevnuni í fjør.

Frans Johannesen var tætt við heiðursmerki, tá hann endaði nummar 5 í 50 metrar bringusvimjing við tíðini 28.82 sek. Hansara besta tíð á teininum er 27.52 sek frá DM á stuttgeil í 2015.

Kelda: Svimjing.com

placeholder
placeholder