Annað

Tórshavnar kommuna heiðraði Havnar Svimjifelag

HS vann 28 av 42 gullheiðursmerkjum á FM í stuttgeil.

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2018-11-08 10:09 Author image
Ari av Rana
placeholder

Í gjár var samkoma í Múllers Pakkhúsi, har føroyameistararnir úr Havnar Svimjifelag vórðu heiðraðir. Annika Olsen, borgarstjóri, sum var vertur, byrjaði røðu sína við at ynskja tillukku við fantastiskum avrikum í føroyameistarakappingini í stuttgeil fyri eini góðari viku síðani.

Nógv fólk vóru savnaði fyri at heiðrað svimjarunum, sum vunnu 28 av 42 møguligum gullheiðursmerkjum til FM í stuttgeil.

Í røðu síni beit Annika Olsen serliga merkis til tríggjar svimjarar, sum tilsamans vunnu 25 gullheiðursmerkir. Tað eru Vár Erlingsdóttir Eidesgaard, sum vann 12 gull, Óli Mortensen, sum vann 10 gull, og Alvi Hjelm, sum vann 3 gull. Umframt hesi, vann HS eisini 3 gull í liðkappingunum.

Les alla røðuna hjá borgarstjóranum á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder