Hondbóltur

Kvinnulandsliðið úttikið

A-landsliðið hjá kvinnum skal spæla tríggjar HM-undankappingardystir í døgunum 30. november til 2. desember..

Daniella Joensen úr VÍF er ein av teimum úttiknu. Her í dysti ímóti Svøríki í EM-undankappingini í fjør(Mynd: Sverri Egholm)

Daniella Joensen úr VÍF er ein av teimum úttiknu. Her í dysti ímóti Svøríki í EM-undankappingini í fjør(Mynd: Sverri Egholm)

2018-11-08 13:53 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nú er greitt, hvørjar 16 skulu umboða Føroyar til HM-undankappingina í Sveis um ein lítlan mánað. 

Føroyar eru í bólki við Sveis, Finnlandi og Litava. Talan er um eitt vítt aldursspennið á liðnum, sum nýggi landsliðsvenjarin, Ágúst Jóhansson, hevur tikið út. 

Yngsti leikarin er 17-ára gamla Marita Mortensen úr H71, sum er úttikin til A-landsliðið fyri fyrstu ferð. Hon hevur veruliga gjørt um seg í SMS-deildini í ár. Ágúst Jóhansson sigur soleiðis um leikaran við heimasíðuna hjá Hondbóltssambandinum.

– Marita er ógvuliga væl fyri kropsliga og hevur klárað seg ómetaliga væl í ár sum vinstribakkur hjá H71. Hon hevur eisini víst til landsliðssavningar, hvør dugur er í henni, so eg síggi hana sum ein spennandi leikara, ið kann fáa ein týðandi leiklut fyri A-landsliðið í framtíðini, sigur landsliðsvenjarin.

Elsti leikarin í hópinum er 33-ára gomul. VÍF er best umboðaða felagið við fimm leikarum. Fýra í hópinum spæla til dagliga í Danmark og ein í Íslandi.

HSF skrivar eisini, at áðrenn leiðin gongur til Sveis, fer kvinnulandsliðið til Íslands, har tveir venjingardystir móti íslendska A-landsliðnum skulu spælast. 

Hópurin: 
Viviann Petersen, VÍF
Ragnhild á Heygum, VÍF
Pernille Brandenborg, Vendsyssel
Kristianna H. Joensen, Skanderborg Håndbold
Ninna Johansen, Aalborg HK
Guðrið Geirsdóttir Eystberg Aalborg HK
Bjarta O. Johansen, Kyndil
Bára K. Hansen, Kyndil
Súna K. Hansen, Kyndil
Turið Arge Samuelsen, Haukur
Durita Christophersen Jojic, VÍF
Halla Midjord, VÍF
Daniella Joensen, VÍF
Tóra Eliasen, Stjørnan
Maria Halsdóttir Weyhe, H71
Marita Mortensen, H71

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder