Annað

Føroyska U19-liðið gott úrslit í bólkaspælinum

Ungdu føroysku badmintonleikararnir liggja til at enda millum nummar 21 og 24 í Junior HM í Kanada.

Føroyska liðið saman við venjaranum eftir sigurin á Kenya í gjár(Mynd: Badmintonsamband Føroya)

Føroyska liðið saman við venjaranum eftir sigurin á Kenya í gjár(Mynd: Badmintonsamband Føroya)

2018-11-08 15:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í hesum døgum er World Junior Championships í badminton í Markham í Kanada.  Kappingin byrjaði mánadagin og endar 18 november. Føroyar hava lið við fyri fyrstu ferð.

Hesar fyrstu dagarnar eru liðkappingar, og tá tær verða lidnar leygardagin fer kappingin fyri einstaklingar í gongd. 

41 lond luttaka í kappingini fyri lið, og føroyska liðið var seedað sum nummar 41. Men í bólkaspælinum, har fimm lið vóru í bólkinum, endaðu Føroyar á triðja plássið. Sri Lanka og India vunnu fyrst sum væntað greitt á føroyingunum, sum síðani vunnu uttan dyst á Algeria. Í seinasta bólkadystinum móti Kenya í gjár vann Føroyar 5-0 so Kenya. 

Hetta var ikki nóg mikið til at koma víðari. Tað hevði við sær, at Føroyar skuldu leika plaseringsdystir um plássini frá 17 til 24. Fyrsti dystur var á midnátt føroyska tíð; har vann Kekkia greitt á Føroyum. Nú seinnapartin spæla Føroyar ímóti Meksiko, og um tað eydnast at vinna verður spælt um at enda nummar 21. Annars kunnu føroyingar enda nummar 23 ella 24. 

Hvussu tað so enn endar, so hava føroyingarnir gjørt tað sera væl í Kanda, tá hugsað verður um, at hetta er fyrstu ferð, at føroysku ungdómarnir eru til eitt HM.

Tað er ein U19-hópur við seks leikarum, ið umboðar Føroyar í Kanada:
Alma Kentsdottir Mohr Pedersen, Lyngby/HBF
Sissal Thomsen, HBF
Lena Maria Joensen, KBF
Árant á Mýrini, MBF
Jónas Djurhuus, HBF
Ari Miné Jacobsen, KBF  

Aritra Nandy er venjari hjá føroyska liðnum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder