Annað

Góður føroyskur dagur

Í gjár gekk væl hjá føroyskum telvarum í Runavík Open.

Brøðurnir Høgni og Rógvi Egilstoft Nielsen fyrireika seg til dagsins dyst - her saman við stórmeistaranum Helga Dam Ziska uppundir ein landsdyst í 2017

Brøðurnir Høgni og Rógvi Egilstoft Nielsen fyrireika seg til dagsins dyst - her saman við stórmeistaranum Helga Dam Ziska uppundir ein landsdyst í 2017

2018-11-16 14:13 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tað gekst væl hjá bestu føroysku telvarunum í altjóða kappingini Runavík Open í gjár.

Høgni Egilstoft Nielsen er framvegis ósigraður. Í gjár telvaði hann javnt móti russiska stórmeistaranum Vasily Papin. Eldri bróðirin, Rógvi Egilstoft Nielsen, vann á íslendska IM-aranum Gudmundi Kjartanssyni, sum vann Runavík Open í 2016. Høgni og Rógvi hava 3½ stig hvør eftir fimm umfør, og eru javnir á fjórða plássi saman við tveimum stórmeistarum.

Á odda er russiski stórmeistarin Oleg Korneev, sum umboðar Spania, við 4½ stigi. Vasily Papin úr Russlandi og Vitaly Sivuk úr Ukraina - báðir stórmeistarar - eru á øðrum og triðja plássi við fýra stigum hvør.

Í sætta umfari í dag telvar Høgni Egilstoft Nielsen móti ukrainska stórmeistaranum Vitalyi Bernadskiy, sum hevur styrkitalið 2544. Høgni hevur styrkitalið 2400. Høgni hevur hvíta fólkið. Rógvi Egilstoft Nielsen telvar í dag við svørtum móti Heiðriki Jacobsen.

Enn er ov tíðliga at siga nakað um møguleikarnar fyri IM-normum til brøðurnar úr Sandavági, alt valdast hvussu úrslitini laga seg í dag og í morgin.

Byrjað verður at telva í Løkshøll í dag klokkan 17.00. Fylgjast kann eisini við leik fyri leik á heimasíðu Talvsambandsins, faroechess.com.

Í morgin eru bæði sjeynda og áttanda umfar á skránni, og so endar kappingin sunnudagin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder