Fótbóltur

Føroyingarnir í stórum trupulleikum í Baku

Aserbadjanar hava skorað tvær ferðir, meðan føroyska liðið hevur fingið sera lítið at hanga saman við bóltinum.

Aserbadjan er greitt omaná í Baku(Mynd: Sverri Egholm)

Aserbadjan er greitt omaná í Baku(Mynd: Sverri Egholm)

2018-11-17 17:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyar eru aftanfyri 2-0 í Aserbadjan eftir ein slakan fyrra hálvleik.

Føroyingar komu út við einum verjukendum útgangstøði og komu undir eitt ávíst tryst av heimaliðinum, ið millum annað hevði fleiri innlegg og hornaspørk fyrstu løtuna.

Eftir fjórða hornasparkið fyrsta stóra korterið ruddaði Sonni Ragnar Nattestad burtur við høvdinum, miðvallarin Dimitri Nazarov heilfluktaði av brotsteigarmarkinum, Sonni Ragnar royndi at blokera, men var óheppin, og bólturin fór umvegis hansara fót í málið.

Føroyingarnir royndu at koma inn í dystin, men hava als ikki fingið spælið at hanga saman í 1.hálvleiki. Aserbadjan vísti aftur kynismu, tá høgri kanturin Mahir Madatov fekk vent í millumrúminum og smekkaði so til við vinstra beininum úr smáum 30 metrum. Bólturin fór strúkandi upp í longra málhorn; eitt gott langskot.

Tað hevur av álvara verið niðanbrekka hjá føroyska liðnum síðani. Ein góð støða kom eftir eitt innlegg frá Viljormi Davidsen men annars einki. Og framvegis ein rúgva av villum. Heimaliðið hevur ikki søkt so nógv at, og sær út til at hava fult tamarhald, hóast føroyingarnir lukka rímiliga væl fyri.

Aserbadjan – Føroyar (2-0)
1-0 18.min: Sjálvmál - Sonni Ragnar Nattestad
2-0 28.min: Mahir Madatov  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder