Fótbóltur

Ymiskar venjingar á ymiskum leikvallum

Føroyska landsliðið kom til Malta seinnapartin og vandi í kvøld.

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2018-11-18 19:05 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ta' Qali, Malta (Portalurin) - Eftir skuffandi dystin í Baku í gjárkvøldið vendi føroyska ferðalagið nøsini móti Malta í dag. Føroyar spæla seinasta dystin í Nations League á hesum sinni á lítlu feriuoynni týsdagin.

Føroyingar vandu beint við Ta'Qali leikvøllin, har dysturin verður týsdagin. Eftir upphitingina fóru teir, ið byrjaðu í gjár at strekkja út og restituera, meðan hinir vandu intervalvenjing uppá tvey mál við inntensiteti.

[object Object]Odmar Færø, Rógvi Baldvinsson og Klæmint A. Olsen (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]Kristin Dam Ziska, Bárður Lava Olsen og Elmar Ósá (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]Lars Olsen, landsliðsvenjari og Jóannes Jakobsen, hjálparvenjari (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]Hallur Hansson (Mynd: Sverri Egholm)

Undirlagið á grasvøllinum var ikki tað besta. Tað var rættiliga runut í støðum og heldur knortlut. Teir fyrstu ellivu høvdu sín part saman við fysiska venjaranum í horninum á graslíkisvøllinum beint við síðuna av.

Hóast tap og langa ferð í skjáttuni so vóru føroysku leikararnir í góðum hýri, og teir tyktust vera væl fyri. Tó er heilt greitt, at teir vita og merkja at tað skal eitt væl betri avrik til týskvøldið.

[object Object]René Shaki Joensen og Jóannes Bjartalíð (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]Jóannes Bjartalíð (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]Lars Olsen, Sonni Ragnar Nattestad, og Hans Erik Danielsen (Mynd: Sverri Egholm)

René Shaki Joensen er tøkur eftir leikbann. Sonni Ragnar Nattestad sat uttanfyri ein part av venjingini; hann var eymur í vinstra knæðið, ið hevur darvað hann í seinastuni. Hann verður tó allarhelst klárur til týskvøldið.

placeholder
placeholder