Hondbóltur

KÍF vann í Klaksvík

Fyri aðru ferð uppá fýra dagar vunnu kollfirðingar á Team Klaksvík og eru nú á 5.plássið.

Teitur Joensen skoraði fimm mál í kvøld. Hann og KÍF vunnu aftur á Team Klaksvík(Mynd: jn.fo)

Teitur Joensen skoraði fimm mál í kvøld. Hann og KÍF vunnu aftur á Team Klaksvík(Mynd: jn.fo)

2018-12-05 21:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ein dystur í Okkara-deildini varð leiktur í kvøld. Hann var í Badmintonhøllini í Klaksvík, har KÍF var á vitjan. Sunnudagin spældu liðini i Kollafirði; tá vann KÍF greitt.

Aftur í kvøld vóru kollfirðingar omaná. Í 1. hálvleiki leikaði sera javnt á, og í steðginum var útiliðið frammanfyri við einum málið. KÍF kom betri út til 2. hálvleik, og uppbygdi sær eina leiðslu, ið var ov trupul hjá klaksvíkingum at innheinta. Mitt í hálvleikinum var munurin fimm mál, og tað var eisini munurin eftir 60 minuttir.

Við sigrinum er KÍF nummar fimm og kann blanda seg upp í stríðið um topp-fýra, ið gevure atgongd til endaspælið um FM.

Team Klaksvík - KÍF 24-29 (9-10)

Toppskjúttar: Hørður F. Sigtórsson 5, Hans Eli Sigurbjørnsson 8

Støðan í Okkara-deildini: 
Neistin 15 (10 dystir)
VÍF 13 (10 dystir)
Kyndil 12 (10 dystir) 
H71 13 (10 dystir)
KÍF 9 (11 dystir)
StÍF 8 (9 dystir)
Team Klaksvík 2 (11 dystir) 

Sunnudagin er fult umfar í deildini: 
Kyndil - Neistin
StÍF - H71

VÍF - KÍF


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder