Fótbóltur

Tað stendur millum Liverpool og City

United og Arsenal deildu stigini í undirhaldandi dyst á Old Trafford í kvøld; Liverpool nærkast City aftur, meðan Chelsea snávaði.

2018-12-05 21:58 Author image
Agnar Frederiksen

Í kvøld vóru seks dystir leiktir í Premier League. Nógv stóð uppá spæl hjá liðunum, ið stríðast í oddinum og í botninum.

Mest áhugaverdur var dysturin á Old Trafford, har eitt United-lið undir stórum trýstið tók ímóti einum høgt flúgvandi Arsenal. Dysturin millum gomlu fíggindarnar hevði nógvan inntensitet og nógv kort; var ferðmikil og undihaldandi.

Heimaliðið, ið hevði gjørt sjey broytingar í mun til vikuskiftið, byrjaði sera væl. Arsenal kom tó inn í dystin og kom á odda í 26.minutti. Shkodran Mustafi kom at standa púra fríur eftir hornaspark, stútaði mitt á David De Gea ið heilt ófatiliga ikki megnaði at halda fast í bóltinum. United reisti seg tó eftir stóra misstakið, tá formsterki Martial var á blettinum fýra minuttir seinni.

United kom aftur væl út til 2. hálvleik, og liðini spældu frameftir og skjótt. Mál lógu í luftuni, og tey komu miðskeiðis í hálvleikinum. Fyrst revsaði innskifti Lacazette ein eitt stórt mistak frá Marcos Rojo. Men bert sekund eftir at bólturin varð givin upp, lá hann í Arsenal-málinum, eftir at einans Jesse Lingard var vakin í brotsteiginum. Eftir 2-2 málið hevði útiliðið nakrar stórar møguleikar, men De Gea hevði reist seg og bjargaði heimaliðnum eitt stig. Triðji javnleikur á rað hjá United og fýra dystir uttan sigur. Champions League er langt burturi, meðan Arsenal er ósigrað í tjúgu dystum.     

Liverpool sær út til at vera liðið, sum kann fáa fatur á City. Eins og oddaliðið í gjár, vann Liverpool á útivølli í kvøld og er framvegis ósigrað. Burnley kom annars á odda tíðliga í 2. hálvleiki, men mál frá Milner, Firmino og Shaqiri tryggjaði liðnum hjá Klopp ein umráðandi sigur. Chelsea hinvegin, snávaði móti Wolves. Loftus-Cheek legði annars Chelsea á odda tíðliga í dystinum, men í 2. hálvleiki sló Wolves til tvær ferðir, og sær út til at vera úti av meistarheitstríðnum. Tottenham greiddi sína skyldu á heimavøll Southampton og er nú á 3. plássið.

Botnliðið Fulham tók ímóti Leicester og Ranieri fekk eitt stig móti sínum gamla felagið. Newcastle fekk eitt gott stig í Liverpool og hevur nú fýra stig niður til strikuna. 

Burnley - Liverpool 1-3 (0-0)
Everton - Newcastle 1-1 (1-1) 
Fulham - Leicester 1-1 (1-0)
Wolves - Chelsea 2-1 (0-1)

Manchester United - Arsenal 2-2 (1-1)
Tottenham - Southampton 3-0 (1-0)


Støðan eftir 15 umfør:
1.Manchester City 41
2.Liverpool 39
3.Tottenham 33
4.Chelsea 31
5. Arsenal 31
6. Everton 23 
7. Bournemouth 23
8. Manchester United 22
9. Leicester 22
10. Brighton 21
11. Watford 20
12. Wolves 19
13. West Ham 18
14. Newcastle 13
15. Crystal Palace 12
16. Cardiff 11
17. Huddersfield 19
18. Southampton 9
19. Burnley 9
20. Fulham 9