Fótbóltur

Ajax-leikari er ársins ungi leikari

Viðurkendi heiðurin “Golden Boy” er latin niðurlendingi.

2018-12-17 16:29 Author image
Ari av Rana
placeholder

Niðurlendski verjuleikarin hjá Ajax, Matthijs De Ligt, er kosin “Golden Boy 2018” av italska ítróttablaðnum Tuttosport.

19 ára gamli De Ligt, sum spælir á niðurlendska landsliðinum, fekk 224 av atkvøðunum hjá ítróttatíðindafólki kring Evropa.

Nummar tvey gjørdist bakkurin hjá Liverpool, Trent Alexander-Arnold, við 149 atkvøðum, meðan ein annar niðurlendskur leikari, Justin Kluivert, gjørdist nummar trý við 101 atkvøðum. Justin Kluivert er sonur navnframa Patrick Kluivert.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder