Fótbóltur

Nýggja skýlið byrjar at taka skap

Skýlið kemur at standa har gamla FSF húsið var.

Mynd: FSF

Mynd: FSF

2019-01-11 18:41 Author image
Ari av Rana
placeholder

Tórsvøllur er undir umfatandi umbygging. Gamla FSF húsið varð rivið niður fyri nøkrum tíðliga í fjør, og nýtt skýlið skal byggjast.

Nú byrjar nýggja skýlið at taka skap. Nýggjar myndir hjá FSF vísa, at stoypt er.

- Nýggja skýlið stendur eftir ætlan klárt í februar 2021, tá alt arbeiðið skal verða liðugt. Tað gongur væl við arbeiðinum, sigur Virgar Hvidbro, aðalskrivar hjá FSF.

Virgar nevnir, at tað sæst kanska ikki so nógv til sjálva arbeiðið í løtuni. Neyðugt hevur verið at grava 7,5 metrar niður á helli at byggja fundamenti. Gamla FSF húsið stóð ikki niðri á hellini, og fór at søkka av tí saman. Nú fýra veggir koma upp verður arbeiðið meiri sjónligt og somuleiðis meiri hugaligt at síggja, at arbeiðið gongur framá.

Arbeiðið tarnar fótbóltin í Gundadali nakað nógv, við tað at Niðari Vøllur ikki kann brúkast til dystir, har spælast skal á heilum ella hálvum vølli. Virgar Hvidbro sigur, at Niðari Vøllur ikki verður tøkur til fótbóltskappingina fyrrenn í 2021, men fegnast um, at Hoyvíksvøllurin er komin, so at hetta lættir um trýstið.

[object Object]

Mynd: FSF

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder