Fótbóltur

B36 gjørt avtalu við málverja

Hans Jørgensen hevur skrivað undir sáttmála fyri 2019.

Mynd: B36

Mynd: B36

2019-01-11 22:36 Author image
Ari av Rana
placeholder

B36 hevur styrkt um málmansplássi, har árstalsfelagið í Havn hevur trupulleikar í løtuni. 

Tað er 28 ára gamli Hans Jørgensen, sum hevur skrivað undir við B36 fyri komandi kappingarár.

- Hans, sum hevur leikt fyri nógv ymiskt føroysk feløg, hevur ígjøgnum sín ungdóm eisini leikt við føroyska U17, U19 og U21 landsliðnum, skrivar heimasíðan hjá B36.

B36 hevur frammanundan eisini málmennirnar Róa Mørk Hentze og Símun Rógva Hansen í hópinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder