Fótbóltur

Bill McLeod Jacobsen skal taka sær av ungdóminum í HB

HB hevur sett roynda venjaran sum talentchef í felagnum..

Mynd: HB

Mynd: HB

2019-01-12 10:36 Author image
Ari av Rana
placeholder

HB hevur sett roynda venjaran Bill McLeod Jacobsen sum talentchef í felagnum.

 - Ungdómsnevndin í HB arbeiðir miðvíst við at betra um tilboðini til leikarar í ungdómsdeildini í felagnum. Møguleikarnir gerast alt fleiri, og umframt skipaða styrkivenjing, fysioterapi, servenjingar av ymiskum slag, er tíðin nú búgvin til at skipa eitt nýtt starv, har leikluturin verður at stuðla teimum leikarum, sum hava potentiali og ynskja at røkka langt í fótbóltsyrkinum, skrivar HB á heimasíðuni.

Bill McLeod Jacobsen fær ábygdina av talentunum frá U15 til og við U21. Vónin er, at talentchefurin fer at tryggja eina góða yvirgongd frá ungdómi til vaksnamannadeildina. Talentchefurin vísir til høvuðsungdómsvenjaran.

- Í HB fegnast vit um, at tað verður Bill McLeod Jacobsen, sum kemur at uppbyggja og røkja hetta starvið. Bill hevur venjaraútbúgvingina Pro Licence, sum er hægsta fótbóltsútbúgving hjá UEFA. Umframt at hava røttu persónligu eginleikarnar, hevur Bill eisini drúgvar venjararoyndir á høgum støði, 18 ár sum landsliðsvenjari, 3 ár í elitudreingjadeildini í Esbjerg eins og fleiri ára royndir í Betrideildini.

Í stuttari viðmerking við heimasíðuna sigur Bill, at hann er spentur upp á uppgávuna, har ein sleppur at geva eitt sindur aftur frá øllum studietúrunum og royndunum seinastu árini.

Síðsta uppgávan hjá Bill í HB var í 2017, tá hann var venjari hjá greipuvinnarunum hjá U15 dreingjum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder