Hondbóltur

Hans Lindberg: Eri til reiðar um tað er

Rutineraði vongurin væntar ikki at verða skiftur innaftur í hópin fyri Jóhan á Plógv Hansen, men hann sigur seg ikki merkja nakað í tjúkkanum.

Hans Lindberg (Mynd: EPA)

Hans Lindberg (Mynd: EPA)

2019-01-18 17:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað var longu eftir fyrsta dystin í HM-endaspælinum, at Nikolaj Jacobsen noyddist at skifta út í danska hópinum. 37-ára gamli høgri vongurin Hans Lindberg hevði trupulleikar við fótliðinum undan endaspælinum, og tí var føroyski Jóhan á Plógv við í teimum seinastu venjingardystunum. Lindberg gjørdist tó til reiðar til fyrsta dystin ímóti Kili, men har fekk hann ein skaða í tjúkkan eftir ein samanstoyt. 

Jóhan á Plógv hevur síðani spælt í teimum seinastu fýra dystinum, har mesta spæltíðin hevur verið ímóti Tunesia og Saudi Arabia. Føroyski vongurin hevur spælt nakað yvir 100 minuttir tilsamans og skotið níggju mál.

[object Object]
(Mynd: EPA)

Tað er í løtuni einki ið bendir á, at Lindberg verður skiftur innaftur í hópin fyri 24-ára gamla føroyingin. Tað ber til at skifta út tríggar ferðir ígjøgnum endaspælið. Fyrsta innskiftingin var Jóhan, og tann næsta verður gjørd nú áðrenn millumumfarið, tí René Toft er vorðin skaddur. Henrik Toft kemur helst inn fyri beiggjan, og so er mest sannlíkt at tiðja útskiftingin verður goymd, um ein málverji skuldi fingið ein skaða.

Les eisini: Toft liðugur í HM-endaspælinum

Hans Lindberg segði annars á tíðindafundinum í morgun, at hann hevur tað gott og ikki merkir nakað til skaðan. Maðurin við 261 landsdystum hevur vant eitt sindur við og annars verið á áskoðaraplássinum til dystirnar. Tjúkkin varð testaður í gjár, og har var einki galið hjá Lindberg, ið tó ikki væntar, at hann kemur á vøllin aftur: 

- Jeg vænti avgjørt ikki at verða skiftur inn aftur, men eg havi eina vón. Tað er eitt torført puslispæl hjá landsliðsvenjaranum, og tað er upp til hann at meta um, hvat hann hevur tørv á. Eg standi til reiðar í bakgrundini, um tað skuldi verið brúk fyri mær aftur, sigur Hans Lindberg. Hann leggur afturat, at hann hevði vónað at gjørt ein mun, og nú roynir hann at gera tað so gott sum hann kann uttanfyri vøllin. 

Danmark spælir í annaðkvøld fyrsta dystin í millumumfarinum. Tað verður allarhelst við Jóhan á Plógv Hansen sum eykamanni fyri Lasse Svan, tá Danmark og Ungarn hittast í Herning. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder