Fótbóltur

Millumumfarið fer í gongd: Stórfavorittar og stórdystur

Vertstjóðirnar og Svøríki eru í favorittleiklutinum í kvøld; Frakland og Spania bresta saman.

Ísland skal veruliga stríðast fyri at basa vertunum í kvøld(Mynd: EPA)

Ísland skal veruliga stríðast fyri at basa vertunum í kvøld(Mynd: EPA)

2019-01-19 15:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Millumumfarið í HM-endaspælinum fer í gongd í kvøld. Fýra dystir eru á skránni, og serliga í bólki I eru talan um uppgerðir, ið kunnu fáa stóran týdning.

Tað byrjar við einum brakið, tá Frakland og Spania hittast í Köln. Seinastu tveir heimsmeistararnir skulu helst stríðast við Týskland og Kroatia um at koma í hálvfinaluna. Frakland hevur eitt stig meir við sær, og hevur nú Nikola Karabatic á liðnum. Lagt er upp til ein tættan og spennandi dyst. Seinni í kvøld skulu íslendingar í eldin ímóti týsku vertunum, og skal Ísland gera sær vónir um at koma víðari, so skal ein sigur til; talan verður tó um sera trupla uppgávu.  

Í bólkinum ið verður leiktur í Herning, eru tveir greiðir favorittar. Danir og sviar hava longu fýra stig, og um tað gongur sum væntað í kvøld, so leggja teir trýst á norðmenn ið spæla í morgin. Ungarn sendi tó Danmark út av HM fyri tveimum árum síðani, og vann so seint sum fyri tveimum vikum síðani á ein av størstu HM-favorittunum í venjingardysti. Nú eru tó stig uppá spæl, Danmark spælir frammanfyri einari stórari fjøld av heimaáskoðarum, og Jóhan á Plógv Hansen og hinir vilja byrja millumumfarið væl. Henrik Toft Hansen er sum væntað komin inn í hópin fyri skadda bróður sín

Les eisini: 12 kappast nú um heimsmeistaraheitið
                 Rene Toft liðugur í endaspælinum

 
Bólkur I: 
Kroatia 4
Týskland 3
Frakland 3
Spania 2
Ísland 0
Brasilia 0

Fyrsta umfar: 
17.00: Frakland - Spania (DR1)
19.30: Týskland - Ísland (TV2 Sport, RÚV)

Í morgin: 
Brasilia - Kroatia


Bólkur II: 
Danmark 4
Svøríki 4
Norra 2
Ungarn 1 
Egyptaland 1
Tunesia 0


17.00: Tunesia - Svøriki (TV2 Sport)
19.30: Danmark - Ungarn (DR1)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder