Fótbóltur

Málmannstoymið hjá EB/Streymi heldur fram

EB/Streymur hevur gjørt nýggjan sáttmála við Róa Zachariasen, Jákup Højgaard og Jákup Andras Hansen.

Mynd: ebstreymur.fo

Mynd: ebstreymur.fo

2019-01-19 16:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

EB/Streymur boðar í dag frá, at felagið hevur gjørt eina eitt ára avtalu við málverjarnar Róa Zachariasen og Jákup Højgaard, sum aftur í ár skulu kappast um málmansplássið í felagnum. Eisini er avtala gjørd við Jákup Andrias Hansen, sum heldur fram sum málmansvenjari.

20 ára gamli Rói Zachariasen kom frá AB í 2017. Eftir eitt ár sum eykamálverji gjørdist hann fyrsta val á málmanspostinum, og hann leikti í fjør 28 dystir fyri besta liðið.

24 ára gamli Jákup Højgaard kom til EB/Streym úr B36. Hann var í fjør eykamálverji hjá Róa og málverji á 2. deildarliðnum, ið vann seg upp í 1.deild.

Jákup Andrias Hansen, ið fyrr hevur spælt fyri felagið sum málverji, verður aftur í ár málmansvenjari hjá besta liðnum. Jákup Andrias kemur eisini at samskipa venjingina hjá teimum ungu málverjunum í felagnum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder