Fótbóltur

NSÍ vann á B36 - javnleikur á Skála og í Trongisvági

Tríggir dystir í VFF Cup vórðu leiktir tíðliga seinnapartin. Á Skála vóru nýggju serbisku leikararnir hjá Víkingi báðir við.

Gunnar Vatnhamar, her í luftdysti fyri Føroyar, skoraði málið hjá Vìkingi í dag(Mynd: Jens Kr. Vang)

Gunnar Vatnhamar, her í luftdysti fyri Føroyar, skoraði málið hjá Vìkingi í dag(Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-01-19 17:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tríggir dystir í VFF Cup eru leiktir í dag:

Skála - Víkingur 1-1 (0-0)
1-0 Jan Ingason Hansen
1-1 Gunnar Vatnhamar

NSÍ - B36 2-0 (1-0)
1-0 Andri Benjaminsen 
2-0 Jann Martin Mortensen

TB - ÍF 1-1 (0-0)
1-0 Tóri N. Olsen
1-1 Ndende Adama Gueyé

Á Skála var heimaliðið meira á bóltinum, men tað vóru ikki nógvir upplagdir møguleikar í dystinum, og einum venjingardysti líkt var leikferðin ikki so høg. Tað var kalt, og og nakað av smákava lá ymsastaðni á vøllinum, ið millum annað gjørdi at tað ikki ber til at koma í topp ferð. Annars vóru tað góðar umstøður til at til at spæla fótbólt, og áskoðaratalið var høgt, tá hugsað veðrur um, at tað er januar mánaði. 

Danski áleyparin Søren B. Nielsen var ikki tøkur, men annars var Skála í sterkastu manning frá byrjan. Heimaliðið kom á odda eitt lítið korter inn í 2. hálvleiki. Eftir gott uppspæl í høgru legði álopssinnaði bakkurin Ari Olsen innfyri, har innskifti Jan Ingason var komin uppá pláss og setti fótin á. Eina lítla løtu seinni javnaði Víkingur eftir frálíkt hornaspark úr høgru frá Dion Splidt. Tað var Gunnar Vatnhamar, ið tætt undir málinum fekk pannuna á. Tað hendi ikki nógv meira í dystinum eftir málini.

Víkingur var uttan tríggjar royndar lyklaleikarar: Atli Gregersen og Sølvi Vatnhamar eru á veg aftur frá skaðum, og Adeshina Lawal er ikki komin aftur til landið enn. Serbarnir eru tó komnir til landið, og miðvallarin Milan Svojic sá góður út á bóltinum, meðan fysiskt sterki Vukasin Tomic sá gott út í verjustøðu. Svojic spældi fyri fyrstu ferð fyri Vìking; verjuleikarin Tomic var við í Gundadali hóskvøldið eisini.

Í Runavík var NSÍ omaná ímóti B36, ið spældi venjingardyst ímóti Víkingi hóskvøldið fyrradagin. TB og uppflytararnir úr Fuglafirði fingu eitt mál og eitt stig í part við Stórá.

Í morgin klokkan 13.30 tekur EB/Streymur ímóti AB. KÍ og HB útsettu sín dyst, ið skuldi verða í dag, til mikudagin 30.01.

Her eru leikararnir, ið vóru á vøllinum á Skála í dag: 

Skála (4-2-3-1): Karstin Hansen, Ari Olsen, Jákup Jacobsen, Teitur R. Joensen, Niels Pauli Danielsen - Haraldur R. Højgaard, Pætur Dam Jacobsen - Edvin Jacobsen, Ronni Møller-Iversen, Heðin Klakstein - Jákup Johansen

Í hálvleikinum komu hesir inn: Leivur Joensen, Ólavur Mikkelsen, Janus Svabo Samuelsen, Dávid Johansen, Andreas Egeberg Jacobsen og Jan Ingason Hansen. Seinni komu Jákup Joensen og Aksel Jacobsen inn hjá heimaliðnum

Víkingur (4-2-3-1): Elias Rasmussen - Elias Lervig, Vukasin Tomic, Hjalti Strømsten, Dion Splidt - Milan Svojic, Heðin Hansen - Gunnar Vatnhamar, Arnbjørn Svensson, Filip Djordjevic - Andreas Lava Olsen 

Í 2.hálvleik komu hesir leikararnir á vøllin fyri Víking: Ingi Jonhardson, Pól Enok Hansen, Bergur Gregersen og Magnus Heinason

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder