placeholder
Fótbóltur

Liverpool framvegis á meistarakós eftir dramatiskan sigur

Tvær ferðir 4-3, tepur United-sigur og umráðandi sigur til Newcastle í botnstríðnum.

Mohammed Salah gjørdist aftur avgerandi fyri Liverpool í dag(Mynd: EPA)

Mohammed Salah gjørdist aftur avgerandi fyri Liverpool í dag(Mynd: EPA)

2019-01-19 17:14 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sjey Premier League dystir eru avgreiddir seinnapartin, og tað hendi serliga nógv áMolineux og Anfield.

Wolves - Leicester 4-3 (2-0) 
Bournemouth - West Ham 2-0 (0-0)
Liverpool - Crystal Palace 4-3 (0-1)
Manchester United - Brighton 2-1 (2-0)
Newcastle - Cardiff 3-0 (1-0)
Southampton - Everton 2-1 (0-0) 
Watford - Burnley 0-0

17.30: Arsenal - Chelsea

Dagurin byrjaði við einum braki, tá Wolves tók ímóti Leicester. Heimaliðið var á odda 2-0 eftir bara 12 minuttir, og tað var eisini støðan í steðginum. Men bert fáar minuttir inn í 2. hálvleik var 2-2. Síðani kom Wolves aftur á odda, men Wes Morgan javnaði fyri Leicester í 87.minutti. Djúpt inni í yvirtíðini fekk Jota tó sítt hattrick og tryggjaði Wolves trý stig í einum sera undirhaldandi og góðum fótbóltsdysti. 

Á Anfield gjørdist eisini talan um ein 4-3 dyst, tá Liverpool fekk aftur lagt trýst á City. Tað var tó ikki ein slættur vegur hjá Liverpool, ið kom afturum í 1. hálvleiki, tá Andros Townsend hevði seinasta fótin á eftir gott upplegg frá Zaha.

Liverpool javnaði beinanvegin eftir steðgin, eftir at Salah prikaði bóltin inn, tá hann sprakk til egyptaran eftir eitt skot frá Van Dijk. Firmino legði stutt seinni Liverpool á odda, men Palace svaraði aftur miðskeiðis í hálvleikinum. Eitt korter fyri tíð var Salah aftur á blettinum, tá hann revsaði ein feil hjá Palace-málverjanum, Útiliðið legði nógv fyri at trýsta, men Mané lukkaði dystin eftir skjótálop í yvirtíðini. Tá spældi Liverpool við 10 monnum, eftir at Milner hevði fingið sítt seinna gula kort. Tað gjørdist eisini 4-3, men tá var ov seint hjá Hodgson og hansara monnum. Liverpool er nú aftur sjey stig á odda, og tingini koppa til liðið hjá Klopp 

Á Old Trafford var heimaliðið lítið sanførandi, men sigraði á Brighton. Málini í 1. hálvleiki gjørdust avgerandi; Poul Pogba fekk brotsspark, og umsetti tað sjálvur, og Marcus Rashford skoraði flott til 2-0. Hetta var fjórði Premier League dysturin á rað, at áleyparin kom á máltalvuna, og hann er yngsti United-leikarin, ið hevur gjørt hetta. Pascal Gross minkaði um munin, men hóast Brighton trýsti, so vunnu Solskjær og hansara menn sætta sigurin á rað í Premier League, og løgdu eitt sindur av trýsti á Arsenal og Chelsea.  

Newcastle vann sannførandi í botndystinum ímóti Cardiff. Sveisiski verjuleikarin Fabian Schar gjørdist avgerandi; hann skoraði til 1-0 og 2-0. Bournemouth kom aftur á vinnarakós eftir eina ringa gongd, meðan Southampton halda fram at skava stig saman.


1
. Liverpool 60
2. Manchester City 53 *
3. Tottenham 48 *
4. Chelsea 47 *
5. Manchester United 44
6. Arsenal 41 *
7. Watford 33
8. Wolves 32
9. Leicester 31
10. West Ham 31
11. Everton 30 
12. Bournemouth 30
13. Brighton 26
14. Crystal Palace 22
15. Southampton 22
16: Burnley 21
17. Newcastle 21
18. Cardiff 19
19. Fulham 14 *
20. Huddersfield 10 *

* Ein dyst færri

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder