Fótbóltur

- Marginalar kunnu verða avgerandi í einum HM-endaspæli

Hetta staðfestir Mark Lausen-Marcher, ítóttarstjóri í Hondbóltssambandi Føroya, ið sigur at dreymurin er, at U19-landsliðið kemur til fjórðingsfinaluna í Kroatia.

Mark Lausen Marcher til U21-venjing fyrr í summar. - Neyðugt at í øllum førum vinna á  Svøríki ella Týsklandi. Hetta eru hondbóltsstórveldi, og tað verður torført, men man trýr uppá tað (Mynd Sverri Egholm)

Mark Lausen Marcher til U21-venjing fyrr í summar. - Neyðugt at í øllum førum vinna á  Svøríki ella Týsklandi. Hetta eru hondbóltsstórveldi, og tað verður torført, men man trýr uppá tað (Mynd Sverri Egholm)

2023-08-01 10:49 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í morgin, mikudagin 2. august, fer U19-endaspælið hjá monnum í gongd í Kroatia. Føroyar eru í bólki við Burundi, Iran og Svøríki:

- Fyrst snýr tað seg um at koma víðari úr bólkaspælinum. Har hava vit góðar vónir, tó at vit ikki kenna so nógv til Burundi og Iran. Vit vita, at um vit skulu spæla við um heilt stuttligu plássini, so er neyðugt at í øllum førum vinna á  Svøríki ella Týsklandi. Hetta eru hondbóltsstórveldi, og tað verður torført, men man trýr uppá tað

Hetta sigur Mark Lausen-Marcher, ítróttarstjóri í Hondbóltssambandi Føroya um føroysku vónirnar. Hann hevur eisini verið venjari hjá eldru árgangunum, og var til U21-HM herfyri, har Føroyar endaðu í fjórðingsfinaluni (endaðu á 7. plássi). Mark sigur, at dreymurin er at vera millum tey síðstu átta eisini í hesum endaspælinum eisini, og tað er tað, sum spælarar og venjarar arbeiða fram ímóti.

Sí eisini: 
Myndir: Ungu hondbóltsharrarnir til reiðar til HM
Ísak Vedelsbøl undan Kroatia: Kitlar í kroppinum (Video)
Hjalti Mohr Jacobsen: - Kunnu spæla upp móti teimum stóru

Hann staðfestir tó, at tað er ilt at meta heilt um alt áðrenn, tí man ikki kennir øll liðini so væl. Í føroysku leguni vil, og skal, man eisini av álvara hugsavna seg um bólkaspælið, og náttúran í slíkum kappingum er nakað serligt:

- Í HM-endaspølum eru tað ofta marginalar, ið kunnu gerast avgerandi. Tað kann vera skjótt til, at man kemur heilt langt, men tað kann eisini vera ein dystur, har man ikki spælir upp til sítt besta, og so er liðugt

Ítróttarstjórin og onnur kunnu spent fylgja við, tá Føroyar í hesari vikuni og í næstu viku spæla í Kroatia. Portalurin verður á staðnum frá hósdegnum. Dystinrir kunnu stroymast á Youtube-rásini hjá IHF. Dysturin móti afrikanska landinum, Burundi, byrjar mikukvøldið klokkan 18.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder