Fótbóltur

Málleyst - og eitt tannleyst Sheriff Tiraspol

KÍ hevur verið vandameiri, og liðið hjá Magna Hoseth hevur havt tamarhald á móti moldavisku meistarunum í 1. hálvleiki. Mál mangla tó..

KÍ hevur havt bóltin meira og hevur roynt at skapt dystin (Mynd: Bjarni Enghamar)

KÍ hevur havt bóltin meira og hevur roynt at skapt dystin (Mynd: Bjarni Enghamar)

2023-08-24 20:39 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Útfrá fyritreytum og dystargongd er hetta ein dystur, sum KÍ helst skal vinna. 

Tað er eitt stórt krav, tá spælt verður móti einum felagi sum Sheriff Tiraspol, ið hevur staðið seg so væl í Evropa seinastu árini.

Tað tykist tó greitt, at man í Sheriff-leguni er rímiliga nøgdir við 0-0 og at spæla eitt sindur uppá umstillingar. 

Spurningurin er, um ikki hetta utgangsstøði ikki er væl betri fyri Sheriff Tiraspol, ið er væl sterkari á grasinum á heimavølli. 

KÍ hevur havt nøkur innlegg, nøkur langskot, umframt nakrar umstillingar ið hava verið eitt sindur vandamiklar.

[object Object]Seint í hálvleikinum legði Árni Frederiksberg væl innfyri....

[object Object]
...men Luc Kassi gleið og fekk harvið ikki sett bóltin í málið (Myndir: Bjarni Enghamar)

UEFA
 Europa League Play-off, fyrri dysturin
Í dag, hósdagin 24.08
19.45: KÍ - Sheriff Tiraspol (0-0)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder