Fótbóltur

Video: - Vit hugsa fyrst og fremst um unga mannin á flogvøllinum

KÍ-spælarin Latif Ahmed er fastur á flogvøllinum í Moldova. - Trupulleikar vóru við innferðarloyvi, og hann hevur ikki fingið passið aftur, greiðir Magne Hoseth frá.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2023-08-30 19:31 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tiraspol, Transnistria, Moldova (Portalurin) - Hann hevði ikki tað rætta innferðarloyvi (visum), og tað noyddust vit at virða, hóast vit høvdu øll pappír, sum stóðu sum krav hjá stjórnini her í landinum. Honum manglar eitt moldoviskt innferðarloyvi og sleppur ikki veruliga inn í landið.

Spælarin, Magne Hoseth tosar um í videobrotinum her, er Latif Ahmed. Hann hevði 21-ára føðingardag í gjár, kom til KÍ fyrr í ár og hevur hann spælt í fleiri dystum í bæði Evropa og Betrideildini í seinastuni. Latif er úr Gana, og tað er tað, sum er trupulleikin í hesum førinum: At hann ikki hevur evropeiskt pass, og at Schengen-innfaraloyvi ikki var nóg mikið.

Sí eisini: Myndir: KÍ í Moldova

Tað sum Magne greiðir frá var støðan. Men út á seinnapartin gjørdist greitt, at Ahmed Latif ikki eingongd slapp avstað aftur av flogvøllinum í moldoviska høvuðsstaðnum Chisnau og at byrja ferðina aftur til Føroya.

- Tey hava ikki útflýggja honum passið: Tað er ein løgin støða, tí hann sleppur ikki her (til Tiraspol, red) og heldur ikki heim aftur. Eg vóni, at tað er bara eitt mistak við passinum, og at onkur hevur gloymt tað, sigur Magne Hoseth við Portalin.

[object Object]
Magne Hoseth er sjálvsagt harmur um støðuna, sum ungi maðurin er komin í, orsakað av tekniskum spurningum hjá moldovisku myndugleikunum. Arbeitt verður við at loysa knútin (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Latid Ahmed við bóltinum til venjing í Göteborg. At ferðast til Svøríki, Noreg og Ungarns við KÍ hevur ikki verið nakar trupulleiki - Moldova hevur væl strangari krøv (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Til seinast spurdu vit høvuðsvenjaran hjá KÍ, hvussu serliga og keðiliga støðan ávirkar hann og hópin: 

- Vit hugsa fyrst og fremst um unga mannin. Tað er ein keðilig støða fyri hann, tí hann sleppur ongan veg, og má kenna seg heldur ótryggjan ella ivingarsaman. Vit vóna, at tað verður "ruddað upp í hesum" í kvøld, so at Latif t.d. fær farið á gistingarhús at sova og síðani sleppur til Keypmannahavnar í morgin.

Einki bendir á, at kviki ganabúgvin kann vera partur av hópinum til dystin. KÍ hevur umboð, ið hava arbeitt við málinum seinastu tímarnar, og vænta tey, at Latif Ahmed fær passið aftur heilt skjótt og sleppur at flúgva úr Moldova tíðliga í morginárini. Hann sleppur tó ikki av flogvøllinum enn.

Dagført: 22.29.

--

UEFA Europa League Play-off, seinni dysturin
Í morgin, hósdagin 31.08
18.00: Sheriff Tiraspol - KÍ (1-1)

Kringvarpið sendir dystin í sjónvarpinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder