Myndir: Stórslignar umstøður hjá lítlu fótbóltstjóðini

Tað kunnu vera fleiri áskoðarar á PGE Narodowy, enn tað eru íbúgvar í Føroyum. A-Landsliðið hevði sína síðstu venjing undan uppgerðini móti Póllandi.

Fyrr hevur stóri leikvøllurin í pólska høvuðsstaðnum verið nýttur til EM-endaspæl, og íhvussu er 45.000 áskoðarar væntast her í annaðkvøld (Mynd: Sverri Egholm)

Fyrr hevur stóri leikvøllurin í pólska høvuðsstaðnum verið nýttur til EM-endaspæl, og íhvussu er 45.000 áskoðarar væntast her í annaðkvøld (Mynd: Sverri Egholm)

2023-09-06 14:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Varsjava, Pólland (Portalurin) - Grasið sær út til at vera lýtaleyst. Tað er stórfingið at hyggja upp og runt. Stólarnir á útskiftingsbonkinum eru betri enn teir flestu kontórstólarnir og bigrafstólarnir, ein finnur. Tað var her, at byrjanardysturin í EM-endaspælinum 2012 var, har Robert Lewandowski legði Pólland á odda móti Grikkalandi. Tað eru pláss fyri umleið 58.000 áskoðarum.

Sambært upplýsingum frá pólska fótbóltssambandinum vera íhvussu er 45.000 áskoðarar til dystin millum Pólland og Føroyar. Á tíðindafundinum undan løttu venjingini hjá Føroyum staðfestu Håkan Ericson og Gunnar Vatnhamar, at man gleðir seg til upplivingina og stóru avbjóðingina á stóra PNG Naodowy leikvøllinum.

Sí eisini: 
Stór uppgáva men fara sjálvandi eftir trimum stigum
(Video): Skulu verja skansan og vera knívskarpir í kontraspælinum

Sí myndir frá seinastu venjingini hjá føroyska landsliðnum áðrenn dystin EM-undankappingardystin móti Póllandi í annaðkvøld kl. 19:45. Sverri Egholm tók tær.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder