- Moldova er í stórari menning. Vit hava stutta tíð at fyrireika okkum hendan dystin, men tað gera vit so nú
Soleiðis byrjaði Odmar Færø tíðindafundin á Tórsvølli fyri løtu síðani. Royndi KÍ-spælarin greiddi frá á flótandi enskum, áðrenn Håkan Ericson tók saman um dystin í Póllandi, sum toymi hevði viðgjørt á video:
- Vit gera nógv rætt og eru væl nøgdir við 65-70 teir fyrstu minuttirnar. Tað er eitt sindur av óhepni í støðuni við brotstssparkinum, har bólturin kemur í armin á Odmari. Tó er tað eingin ivi um, at vit skapa ov lítið av málmøguleikum og støðum. Tað er skjótt at telja tær, og har skulu við skerpa okkum.
Hans Erik Danielsen, miðlaovasti, saman við Håkani Ericson og Odmari Færø, ið settu orð á serliga uppgávuna í morgin (Mynd: Bjarni Enghamar/BjarnaMyndir)
Odmar Færø tosaði millum annað um moldoviska sjálvsálitið og eisini um góðu fyritreytirnar at koma fyri seg fysisikt (Mynd: Bjarni Enghamar/BjarnaMyndir)
Um Moldova segði landsliðsvenjarin, at liðið hevur ymiskt sum gongur teirra veg í løtuni, og at spælararnir koma her við nógvum sjálvsáliti. Júst tað kann merkja nógv, staðfestir Odmar:
- Síðani dystin móti okkum í mars hava teir avgjørt fingið sjálvsálit við teirra úrslitum við millum annað stigum móti Kekkia og Pólland. Tá ellivu spælarar hava sjálvsálit, so ger tað veruliga mun, sigur 33-ára gamli miðverjin við 53 A-landsdystum.
Hvussu eru teir sterkari nú, í mun til tá Føroyar áður hava spælt móti Moldova?
- Teir hava nakrar nýggir spælarar, men so eru teir eisini meira kompaktir og betri skipaðir defensivt í mun til serliga fyri tveimum árum síðani. Moldova gevur ikki so nógv pláss vekk og verjir brotsteigin betri. So hevur liðið eisini vandamiklar og effektivar álopskendar spælarar.
Les eisini:
Eri ósigraðir móti Moldova
Ein nýggj øðrvísi avbjóðing
Soleiðis svaraði Håkan Ericson spurninginum hjá Portalin. 63-ára gamli sviin setti soleiðis orð á vantaðu og ætlaðu dystarmyndina á Tórsvølli í morgin:
- Vit fara at hava bóltin meira í morgin, og tað vilja vit gjarna. Vit vilja helst ikki, at tað skal líkjast Pólland dystinum fast, sum fleiri annars seta í samband við Føroyar. Skulu stýra spælinum meira við bóltinum í morgin í mun til Pólland og í fyrra hálvleiki í Moldova í mars. Samstundis skulu vit ansa eftir umstillingum, har Moldova er vandamikið.
Føroyska liðið hevur júst vant á Tórsvølli. Í annaðkvøld skulu Føroyar stríðast við Moldova um stig í tí, sum allarhelst verður ein tættur dystur.
Mynd: Bjarni Enghamar/BjarnaMyndir
Miðlaovastin Hans Erik Danielsen (Mynd: Bjarni Enghamar/BjarnaMyndir)
EM-undankappingarbólkur E
Í morgin, sunnudagin 10. september
17.00: Føroyar - Moldova
Atgongumerki kunnu fáast her
Støðan eftir fýra umfør:
Kekkia 8 stig
Albania 7 stig
Pólland 6 stig
Moldova 5 stig
Føroyar 1 stig
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald