Fótbóltur

U21: Hava longu skorað fleiri mál enn í fleiri undankappingum

Sjey mál í trimum dystum og minst tvey mál í hvørjum dysti - hinvegin hava Føroyar latið heldur nógv mál í málríku dystunum í ár.

Gutti Dahl-Olsen sló aftur til í kvøld og hevur nú trý mál uppá umleið 50 minuttir á U21-landsliðnum (Mynd: Bjarni Enghamar/BjarnaMyndir)

Gutti Dahl-Olsen sló aftur til í kvøld og hevur nú trý mál uppá umleið 50 minuttir á U21-landsliðnum (Mynd: Bjarni Enghamar/BjarnaMyndir)

2023-09-12 21:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað var ein lívligur dystur hjá føroyska U21-landsliðnum í Klaksvík í kvøld. Hann var málríkur - meira málríkur enn hinir báðir. Ávíkavist fýra, fimm og seks mál eru komin í dystunum hjá Føroyum í ár.

Úrslitini hjá føroyska U21-landsliðnum í 2023 (í hesari undankappingini):
(Juni): 
Andorra - Føroyar 2-2

(September):
Hvítarussland - Føroyar 2-3
Føroyar -
Kroatia 2-4 

Úrttøka:
 Fýra stig (7-8)

Les eisini: Kroatia knógvaði Føroyum í Klaksvík

Sjey mál skoraði merkir, at føroyska U21-landsliðið longu hevur skorað fleiri mál enn í fýra av hinum átta undankappingunum í U21-søguni. Í teimum flestu vórðu tíggju dystir spældir. 

Í síðstu undankappingini - har Føroyar stóðu seg heilt væl við tíggju stigum - skoraði føroyska liðið seks mál í tíggju dystum. Talið hevur verið so lágt sum trý mál í 10 dystum.

Til ber at síggja yvirlit á FaroeSoccer

Tveir spælarar hava skorað fyri Føroyar í hesari undankappingini. Talan er um fyrsta áleyparan Jørgen Nielsen, ið gjørdi hattrikk hósdagin móti Hvítarusslandi og skoraði brotsspark móti Andorra, og "super-innskiftarin" Gutti Dahl-Olsen. EB/Streymarin skoraði, tríggjar minuttir eftir at hann varð skiftur inn móti Andorra í juni, og tvey mál innanfyri tíggju minuttir í kvøld.

[object Object]
Teir fegnast um annað málið hjá Gutta (Mynd: Bjarni Enghamar/BjarnaMyndir)

[object Object]
Jørgen Nielsen (Myndir: Bjarni Enghamar/BjarnaMyndir)

Í mun til tal av dystum, eru heldur nógv mál farin inn. Talan er um næstan trý mál í miðal og eisini í minsta lagi tvey í hvørjum dysti. Harvið er hetta á veg til at blíva eitt samanlagt høgt tal, og er tað helst eitt fokuspunkt til næstu dystirnar. Føroyar spæla í Andorra í oktober og í Grikkalandi í november.

Tøl: FaroeSoccer

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder