Fótbóltur

KÍ-dystir ov dýrir fyri KvF

Nú tað kemur til evropeisku bólkaspølini, mugu vit bara ásanna, at vit ikki kunnu vera við fíggjarliga, sigur Ivan Hentze Niclasen.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2023-09-19 15:53 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Rættindini at senda dystirnar gjørdust ov dýr, staðfestir kringvarpsstjórin.

KÍ spælir fyrsta dystin í Conference League-bólkaspælinum hóskvøldið. Men dysturin verður ikki at síggja í KVF. “Tað eru nógvir pengar í evropeisku fótbóltskappingunum fyri feløg, og bólkaspølini enda á gjaldsrásum ella handan gjaldsveggir, har public service-rásirnar ikki kunnu vera við. Í ár er onki undantak”, staðfestir kringvarpsstjórin, Ivan Hentze Niclasen.

Tað er UEFA, sum selir rættindini til bólkaspølini í Champions League, Europa League og Conference League. “Vit hava havt eitt gott samstarv við KÍ í sambandi við dystirnar móti Ferencváros, Hacken, Molde og Sheriff Tiraspol, men nú tað kemur til evropeisku bólkaspølini, mugu vit bara ásanna, at vit kunnu ikki vera við fíggjarliga”, sigur Ivan Hentze Niclasen.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Altjóða ítróttarættindi eru vorðin sera dýr
Seinnu árini er prísurin á altjóða ítróttarættindum farin upp í loft. “Fíggjarkreppur ella onnur viðurskifti gera seg ikki galdandi her. Rættindini til at vísa tær stóru væl umtóktu ítróttagreinirnar eru síðstu tíggju árini vorðin dýrari og dýrari”, sigur kringvarpsstjórin.

Gongdin hevur elvt til, at stóru norðurlendsku public service-rásirnar í nøkrum førum eru gingnar saman um at bjóða upp á eitt nú Olympiskar leikir, HM-endaspøl og EM-endaspøl. Hetta verður gjørt í eini roynd at geva øllum borgarum høvi at síggja tær stóru savnandi ítróttahendingarnar. Mentanarpolitiskt er hetta eitt gott átak, heldur kringvarpsstjórin.

KÍ og Slovan Bratislava hittast í fyrsta dystinum í Conference League-bólkaspælinum hósdagin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder