Eina løtu í 2. hálvleiki vóru øll í KÍ-leguni í Bratislava og viðhaldsfólk frammanfyri skíggjanum í sjeynda himmli. Árni Frederiksberg legði eitt framúr innlegg úr høgru, og Deni Pavlovic rann perfekt inn í málteigin og beindi bóltin í málið hjá Slovan Bratislava. Eitt søguligt mál. Serbin, sum spælir við KÍ á sætta árið, skoraði fyrsta málið hjá einum føroyskum liði nakrantíð í einum bólkaspæli.
Les eisini: Klæmint hevur skrivað fótbóltssøgu
Talan var um stóra løtu fyri KÍ, ið hevði fingið heilt gott tamarhald á uppgerðini, sum fyrri hálvleikur leið. Tað sá als ikki út til at vera óhugsandi, at útiliðið fór at fáa okkurt við úr Bratislava.
Leiðslan helt tó bert í fimm minuttir. Aleksandar Cavric varð sendur innum KÍ-verjuna, og sendi bóltin hart inn í brotstignum, har royndi Vladimir Weiss var fyrstur á honum. Skotið hjá fyrrverandi Manchester City-spælaranum rakti Jóannes Kalsø Danielsen á vegnum og fór beint framvið Nils Jonathan Johansson.
1-1 og heimaliðið hevði meira yvirskot. Tað vóru tó ikki nógvir møguleikar næstu løtuna, men so kom høg sending inn í KÍ-brotsteign. Cavric "rann í ryggin" á Børga Petersen og stútaði bóltin í longra málhornið.
Nú var tað tungt hjá KÍ, ið hevði nógv troytt bein á vøllinum. Hallur Hansson og René Shaki Joensen kundu ikki setast inn, og tað tyktiskt at mangla eitt sindur fyri at seta eitt trýst inn. Slovan kundi eisini stongt hurðina, tá KÍ sløsaði, men móti endanum vístu teir í grønum aftur tenn og fingu tríggjar stórar møguleikar.
Fyrst fann Árni Frederiksberg Børga Petersen, ið var púra fríur við aftaru stong og setti fótin á. Skotið rakti tó mitt á málverjan. Løtu seinni sendi Árni Frederiksberg aftur vandamiklan bólt innfyri, Jákup Biskopstø Andreasen kastaði seg fram og setti vinstra beinið á. Bólturin fór tó uppum. Í síðsta álopinum vóru báðir innskiftarnir Jóhan Josephsen og Páll Andrasson Kletsskarð nær við at fáa skot á, tá málverjin hjá Slovan var komin skeivt út.
Heimasigur var ikki óuppiborin, men tá KÍ var á odda og málini ímóti tyktiskt heldur løtt, so iðrar man seg. Tað er tó høgt stig, og KÍ avrikaði á mangan hátt flott í Slovakia.
UEFA Conference League Bólkur A, 1. umfar:
Í dag, hósdagin 21.09
Slovan Bratislava - KÍ 2-1 (0-0)
49' Deni Pavlovic (Árni Frederiksberg) 0-1
54' Vladimir Weiss 1-1
74' Aleksandar Cavric 2-1
KÍ (4-5-1/3-4-3): Nils Jonatan Johansson - Jóannes Kalsø Danielsen, Børge Petersen, Odmar Færø, Vegard Forren, Patrick Da Silva – Árni Frederiksberg, Deni Pavlovic, Jákup Biskopstø Andreasen, Mads Boe Mikkelsen – Sivert Gussiås
Hesir komu inn í 2. hálvleiki: Luc Kassi, Páll Andrasson Klettskarð og Jóhan Josephsen
Í gjár, 20.09
Lille - Olimpia Lublijana 2-0
Liðið skal í gongd aftur skjótt. Næsti Conference League-dystir er á skránni 5. oktober. Tað er móti Lille á Tórsvølli.
Fótbóltur
KÍ misti leiðsluna í fyrstu royndini
Deni Pavlovic legði KÍ á odda tíðliga í 2. hálvleiki, men Slovan Bratislava svaraði tvær ferðir aftur. Talan var tó um sterkt avrik, og síðstu løtuna var KÍ nær við at fáa stórt úrslit.
Deni Pavlovic setti fótin á hart og beinrakið innlegg frá Árna Frederiksberg. 0-1 og stór løta hjá KÍ. Tíverri rakk tað ikki til stig (Savnsmynd: Bjarni Enghamar)
2023-09-21 22:09
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald