Fótbóltur

Klæmint: - Kennist altíð væl at skora

- Men vit tapa dystin, so nú er tað bara vónbrot. Eru ikki heilt til staðar fyrstu tjúgu minuttirnar - annars høvdu vit fingið stig, staðfestir Klæmint Olsen í viðtalu.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2023-09-22 11:47 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Klæmint Andrasson Olsen skoraði í gjárkvøldið bæði málini fyri Breiðablik í Conference League-dystinum í Ísrael. Hetta var tann fyrsti bólkaspælsdysturin hjá íslenskum mansliðið.

Tað var tó ikki nóg mikið. Maccabi Tel Aviv skoraði tríggjar ferðir fyrstu 31 minuttirnar, og føroyski framherjin var eftir dystin serliga argur um fyrstu tjúgu minuttirnar, har íslendska liðið “ikki var til staðar”.

Hetta kostaði tvey mál. Um Breiðblik hevði spælt sum seinastu 70 minuttirnir ella so, høvdu stig komið í hús, staðfestir Klæmint.

Klæmint Andrasson Olsen sigur við almennu síðuna hjá Breiðablik, at tað sjálvandi altíð kennist væl at skora, men at hann eftir dystin næstan bara kennir seg vónbrotnan yvir tapið. Stoltleikin yvir søguligu málini kemur helst eitt sindur seinmi, sigur 33-ára gamli rituvíkingurin eitt sindur smílandi.

(Sí málini her)

Sí eisini: Klæmint tvífaldur málskjútti

Til ber at hoyra samrøðuna, ið er á enskum ovast. Ljóðgóðskan er ikki tann besta - neyðugt er at hava hart frá fyri at hoyra Klæmint.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder