25. umfar í Premier League fer í gongd í dag. Somu lið sum hittust í allarfyrsta umfarinum í august hittast aftur hetta umfarið. Sjey dystir verða leiktir kring Ongland seinnapartin.
12.30: Tottenham - Newcastle
15.00: Brighton - Watford
Burnley - Spouthampton
Chelsea - Huddersfield
Crystal Palace - Fulham
Everton - Wolves
17.30: Cardiff - Bournemouth
Tottenham og Newcastle leggja út á Wembley, og har hevur liðið hjá Pochettino møguleika at koma framum Manchester City, ið Newcaslte óvæntað vann á í vikuni. Heldur skerda Tottenham-liðið kann eisini leggja seg tíggju stig framum Arsenal og Chelsea, um Benitez og lið hansara verða koppaði
Júst Chelsea skal reisa seg eftir eyðmýkingina í Bournemouth mikukvøldið. 4-0 ósigurin staðfesti enn einaferð, at Sarri og hansara menn hava nakrar trupulleikar. Tó so kann Chelsea við sigri á botnliðnum á Stamford Bridge leggja trýst á Arsneal og United, ið hava torførar uppgávur á útivølli í morgin; serliga Arsenal skal veruliga kýta seg, tí uppgávan eitur City.
London uppgerðin millum Palace og Fulham kann fáa nógv at siga í botnstríðnum, og tað kann dysturin í Burnley so sannliga eisini.
Liverpool spælir mánadagin á útivølli ímóti West Ham.
Støðan í Premier League eftir 24 umfør
1 | Liverpool |
| 61 stig |
2 | Manchester City |
| 56 stig |
3 | Tottenham Hotspur |
| 54 stig |
4 | Arsenal |
| 47 stig |
5 | Chelsea |
| 47 stig |
6 | Manchester United |
| 45 stig |
7 | Wolverhampton Wanderers |
| 35 stig |
8 | Everton |
| 33 stig |
9 | Watford |
| 33 stig |
10 | AFC Bournemouth |
| 33 stig |
11 | Leicester City |
| 32 stig |
12 | West Ham United |
| 30 stig |
13 | Brighton & Hove Albion |
| 26 stig |
14 | Newcastle United |
| 24 stig |
15 | Crystal Palace |
| 23 stig |
16 | Southampton |
| 23 stig |
17 | Burnley |
| 23 stig |
18 | Cardiff City |
| 19 stig |
19 | Fulham |
| 17 stig |
20 | Huddersfield Town |
| 11 stig |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald