Annað

Venjingarlega fyri landsliðnum og skeið fyri venjarum um vikuskiftið

vikuskiftinum hevur verið sera nógvur aktivitetur í fimleikasambandinum.

Nýggju venjararnir hjá landsliðnum eru Andreas Peter Bøgebo, sum eisini er høvuðsvenjari í Greve Gymnastik og Trampolin, og Louise Brandenborg Jensen, sum eisini er høvuðsvenjari í AIG (Aalborg Idrætgymnastik)

Nýggju venjararnir hjá landsliðnum eru Andreas Peter Bøgebo, sum eisini er høvuðsvenjari í Greve Gymnastik og Trampolin, og Louise Brandenborg Jensen, sum eisini er høvuðsvenjari í AIG (Aalborg Idrætgymnastik)

2023-10-01 20:16 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í vikuskiftinum hevur verið sera nógvur aktivitetur í fimleikasambandinum. Tveir nýggir landsliðsvenjarar eru settir, og er hetta liðurin í einum nýggjum leisti, sum fimleikasambandið roynir.

Landsliðsvenjingarnar verða skipaðar sum venjingarlegur, sum eisini verða nýttar sum grundarlag fyri úttøkum til altjóða kappingarnar. Tann fyrsta legan hevur verið hetta vikuskiftið, har nøkur og 40 fólk luttóku. Høvuðsaðalmálið er at stimbra um føroyska amboðsfimleikin og at menna føroyska venjarahópin. Venjarar frá øllum feløgunum luttóku.

Nýggju venjararnir hjá landsliðnum eru Andreas Peter Bøgebo, sum eisini er høvuðsvenjari í Greve Gymnastik og Trampolin, og Louise Brandenborg Jensen, sum eisini er høvuðsvenjari í AIG (Aalborg Idrætgymnastik).

Samstundis sum íðkararnir á landsliðnum hava vant, hava eisini tvey skeið verið fyri venjarum í breiddarfimleikinum. Tílíkt skeið hevur verið nógv eftirspurt, og luttøkan var eisini góð. Fyrra skeiðið varð hildið í fimleikahøllini á Stórheyggi og seinna skeiðið í Bylgjuni í Runavík. Skeiðið var í samstarvi við DGI, har tey luttakandi fingu íblástur til spøl og venjingar og frálæru í at uppbyggja seriur, uppstillingar, venjingar og annað. Skeiðshaldararnir vóru Josephine Piil og Thomas Bech Jacobsen.

Føroya Fimleikasamband


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder