Fótbóltur

KÍ kann tryggja sær FM í Klaksvík seinnapartin

Eitt betri úrslit enn B36 fær í Sarpugerði er kravið, fyri at føroyameistaraheitið nummar trý á rað skal koma í hús í fjórðseinasta umfari. Víkingur spælir fyri 3. plássinum, og TB spælir fyri livinum.

B36 skal fáa stig - og helst trý - fyri at forða staðfestingini hetta umfarið. B36 kann næstan staðfesta minst 2. plássið við sigri í Sarpugerði (Mynd: Sverri Egholm)

B36 skal fáa stig - og helst trý - fyri at forða staðfestingini hetta umfarið. B36 kann næstan staðfesta minst 2. plássið við sigri í Sarpugerði (Mynd: Sverri Egholm)

2023-10-01 12:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tríggir dystir í 24. umfari í Betrideildini verða spældir seinnapartin. FM, evropeiskt stríð og týðandi stig í botninum eru á breddanum.

Í 2021 avgjørdi KÍ FM, tá liðið hevði tríggjar dystir eftir. Í fjør restaðu heili fýra umfør í, tá FM-veitsla var í Klaksvík, og í fjórðseinasta umfari í 2023 kann KÍ tryggja sær føroyameistaraheitið nummar 21 á manssíðuni.

KÍ tekur ímóti ÍF, sum tapti tepurt í Klaksvík í fyrru hálvu. Hesin dysturin er seinkaður eitt korter, t.v.s at hann verður bríkslaður í gongd klokkan 15.15. ÍF kemur frá lyklasigri frá AB men eisini uttan millum annað fimm leikbannaðar spælarar. Hjá ÍF snýr tað seg kanska eisini um at vera heilt til reiðar til lykladystin á heimavølli móti EB/Streymi næsta vikuskifti.

Liðið hjá Magna Hoseth er risafavorittur, og um KÍ sum væntað vinnur, so skal B36 vinna í Sarpugerði. Tað gjørdi liðið hjá Dan Brimsvík sannførandi í 1. umfari, og B36 vann eisini uppgerðina millum liðini í Gundadali fyrr í ár. 

[object Object]
Taufee Skandari og B36 gjørdu bart í Norðragøtu í 1. umfari, men nú koyrir væl hjá Víkingi (Mynd: Sverri Egholm)

Víkingur hevur nú vunnið níggju dystir á rað, og "heitasta" liðið í Betrideildini kann nú yvirhála HB, ið snávaði í gjár, aftur. 3. plássið er neyðugt hjá Víkingi fyri at tryggja sær evropeiskt pláss við egnum mátti, og liðið hjá Jóhan Peturi Poulsen vísir ógvuliga góðar taktir fyri tíðina. B36 hevur tó heldur ikki tapt eftir summarsteðgin og kann í roynd og veru tryggja sær evropeiskt pláss við triðja sigrinum á Víkingi í ár.

EB/Streymur kann endaliga tryggja sær sæti í Betrideildini við sigri við Stóra í dag. Spælarar eru aftur frá leikbanni, og Sigfríður Clementsen og lið hansara vilja helst seta alt uppá pláss móti TB, sum bert hevur fingið eitt stig eftir summarsteðgin. Júst tí er TB meira kroyst enn EB/Streymur, hóast aldursforsetin framvegis er omanfyri strikuna. Liðið hjá Tummasi Erling Djurhuus skal serliga finna vegin til málið í slíkum lykladystum - liðini hava vunnið eina ferð móti hvørjum øðrum fyrr í ár.

Í dag, sunnudagin 1. oktober
KÍ - ÍF *
(15.00):  Víkingur - B36
(15.00): TB - EB/Streymur

* Allir dystirnir skuldu byrja klokkan 15. KÍ - ÍF byrjar tó ikki fyrrenn klokkan 15.15. Hetta er vegna seinkingar í KÍ-NSÍ í Betrideildini hjá kvinnum, skrivar Norðlýsið.

Í gjár, leygardagin 30. september

07 Vestur - AB 2-1 (2-0)
20' Oddur í Haraldstovu í Petersen (Mathias Voss) 1-0
31' Oddur í Haraldstovu í Petersen (Jasper van der Heyden) 2-0
66' Brian Jakobsen (Marius Kryger Lindh) 2-1

Sí uppstillingar og annað her

HB - B68 3-3 (2-2)
3' Adrian Rúnason Justinussen (Heri Hjalt Mohr) 1-0
21' Mikkel Dahl (Dan í Soylu) 2-0
32' Ragnar Samuelsen (Alex Mellemgaard) 2-1
45 (+1)' Jørgen Nielsen 2-2
55' Matthias Præst Nielsen (Adrian Rúnason Justinussen) 3-2
90' Aleksandur Ólavsson Jensen (Alex Mellemgaard) 3-3

Sí eisini: B68 gjørdi bart í Gundadali- AB í stórum trupulleikum

Støðan:

1. KÍ 62 stig (23 dystir)
2. B36 53 stig (23 dystir)
3. HB 49 stig (24 dystir)
4. Víkingur 48 stig (23 dystir)
5. 07 Vestur 37 stig (24 dystir)
6. EB/Streymur 21 stig (23 dystir)
7. B68 21 stig (24 dystir)
8. TB 16 stig (23 dystir)
9. ÍF 15 stig (23 dystir)
10. AB 13 stig (24 dystir)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder