- Hetta var heilt fantastiskt, og eg kann sjálvandi ikki vera annað enn glaður og errin um tað, ið hesar genturnar júst hava avrikað.
Hetta sigur Sigtór Petersen, høvuðsvenjari hjá U15-landsliðnum, við heimasíðuna hjá FSF.
Tríggir sigrar av trimum møguligum var úrtøkan hjá føroyska U15-landsliðnum við gentum, ið seinastu dagarnar hevur tikið lut í UEFA menningarkapping í Albania. Føroyar vunnu tveir dystir 5-0.
Lagt varð fyri við 5-0 sigri á Malta, og síðan varð Luksemborg sent av vøllinum við einum 3-1 tapi. Í triðja dystinum, sum var móti albansku vertunum, var heldur eingin ivi, og aftur hesaferð gjørdist úrslitið 5-0 til Føroyar.
Stóru spælararnir í kappingini vóru Kára Sigurðsson úr KÍ, ið gjørdi 8 mál, og Sigrið Hansdóttir ír B36. Hon skoraði 4 mál. Triðji málskjúttin hjá Føroyum var Beinta Klementsen, ið slerdi 5-0 sigurin á Albania rimmar fastan.
– Genturnar vóru heilt ótrúliga raskar, og tær hildu allar avtalur. Ímóti Malta vóru vit undir trýsti eina løtu, men okkara gentur vóru tolnar – samstundis sum tær eru evnaríkar og djarvar – og sigurin var tískil ongantíð í vanda. Hesin árgangurin hevur nógv gott at bjóða, og tað verður spennandi at fylgja teimum framyvir, sigur Sigtór Petersen at enda.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald